Tíðindi

Pangea-kappingin gevur næmingunum ein møguleika at vísa síni evni í støddfrøði

Seinasta freist at tekna flokkin til Pangea Støddfrøðikappingina 2020 er fríggjadagin 31. januar. Fyrireikararnir vóna at fáa nógvar tilmeldingar.

24.01.2020

Pangea Støddfrøðikappingin byrjaði í Týsklandi og hevur síðan spreitt seg til fleiri lond kring Evropa. Føroyskir skúlanæmingar vóru við á fyrsta sinni í Pangea í 2015, og tá tóku tey lut í donsku kappingini. Men síðan 2017 er kappingin skipað í Føroyum. Alt arbeiði at skipa kappingina er sjálvboðið. Nám týðir uppgávurnar, og Mentamálaráðið hevur stuðlað kappingini øll árini.

Pangea Støddfrøðikappingin er fyri næmingar í 3. til 9. Flokk, og uppgávurnar eru spennandi og øðrvísi enn tann vanliga skúlarokningin. Uppgávurnar í Pangea krevja bæði talfimi, støddfrøðifatan og snildi. Kappingin er skipað í trimum umførum, og næmingarnir kappast einans við næmingum frá sínum egna floksstigi. Fyrsta umfar eru allir næmingarnir í flokkinum við. Tey rokna í 60 minuttir í sínum skúla og senda svarini til fyriskipararnar. Haðani koma einir 20 næmingar víðari úr hvørjum floksstigi til annað umfar. Í finaluni møtast teir raskastu roknararnar úr hvørjum flokstrini at dystast, soleiðis at tað at enda verða 7 Pangea-roknimeistarar, ein fyri hvørt floksstig.

Kappingin gevur næmingunum ein møguleika at royna seg og vísa síni evni í støddfrøði. Tað hevur víst seg undanfarin ár, at fleiri av næmingunum, ið hava staðið seg væl í Pangea-støddfrøðikappingini, eru næmingar, ið ikki eru so eyðsýndir annars. Pangea er eitt gott høvi hjá hesum at koma fram í ljósið.

Fyrsta árið luttóku bara einstakir skúlaflokkar, men í 2018 tóku meiri enn 1800 næmingar úr øllum landinum lut. Vónandi fara enn fleiri skúlar og næmingar at luttaka í ár. 

Seinasta freist at tekna flokkin til Pangea Støddfrøðikappingina 2020 er fríggjadagin 31. januar.

Niðanfyri er ein leinkja til gamlar Pangea rokniuppgávur, so tit kunnu venja.

https://drive.google.com/open?id=1ReJK4h9w_n_Q9znf8SDGEZtDf2GB1w1p

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.