Tíðindi

Orðblindir næmingar stríðast meiri, tá lærubókin verður talgild

Arbeiðsminnið hjá næmingum, sum eru orðblindir, kann fáa eyka avbjóðingar, tá ið teir skulu leita eftir upplýsingum úr talgildum tekstum, myndum og filmum.

23.09.2021

Onkur gevur tær telefonnummar sítt, men tú hevur einki at skriva við. Tú hugsar, at tað er lætt at minnast, um tú setur tvey og tvey tøl samna. Hetta er ein góður máti at minnast. Tá er stórur møguleiki fyri, at tú minnist telefonnummarið, um tú skrivar tað niður, áðrenn 30 sekund eru farin.

Á henda hátt varðveitir tú upplýsingarnar í sokallaða ”arbeiðsminninum”.

Arbeiðsminnið goymir, viðger og tekur inn upplýsingar frá sansaskipanini og leggur upplýsingarnar saman við upplýsingunum, sum longu eru goymdar í langtíðarminninum; hetta er okkara undanvitan.

Tíverri hevur arbeiðsminnið avmarkaðar førleikar. Vit hava umleið 30 sekund at gera gott við, og vit megna at goyma umleið 7 eindir. Tí er lættari at minnast telefonnummarið 22 85 80 59, sum hevur fýra eindir, heldur enn 2 2 8 5 8 0 5 9, sum hevur átta eindir.

Í skúlasamanhangi brúka næmingarnir arbeiðsminnið, tá ið teir til dømis skulu svara einum spurningi við hjálp av einum serligum teksti. Skal næmingurin brúka fleiri keldur, til dømis frá einum filmi, einari ljóðfílu og einum teksti, má næmingurin goyma meiri upplýsingar í arbeiðsminninum samstundis.  

Tað, vit lesa, eigur at geva meining, meðan vit lesa tað

Øistein Anmarkrud, professari við Instituttið fyri sernámsfrøði á Universitetinum í Oslo, granskar í arbeiðsminni og lesing. Saman við Anette Andresen, granskara við Háskúlan í Kristiania, hevur hann kannað, hvat arbeiðsminnið hevur at siga fyri lesing, og hvønn týdning tað hevur fyri tey, sum stríðast við at lesa.

– Tá ið nakað so einfalt sum at minnast eitt telefonnummar krevur allar førleikarnar, sum arbeiðsminnið hevur, er tað ótrúligt, at vit megna at lesa, sum í grundini er rættiliga komplekst, sigur professarin.

Anmarkrud greiðir frá, at tá ið vit lesa, seta vit bókstavaljóðini saman til orð, samstundis sum vit skulu skilja tað, vit lesa. Tað, vit lesa, eigur at geva meining, meðan vit lesa.

Við øktu lesiførleikunum gongur tekniska avkodingin skjótari, og meiri ferð kemur á lesingina.

– Vit siga, at avkodingin verður automatiserað, tá ið drúgva og strævna fonologiska avkodingin hevur ment seg til ortografiska avkoding, og vit kunnu lesa heil orð í senn, sigur Anette Andresen.

Fólk við orðblindni stríðast við nógv í senn

Tey, sum hava orðblindni, stríðast mangan bæði við avkodanina og fatanina.

– Í og við, at lesarar við orðblindi stríðast við avkoding, brúka teir arbeiðsminnið til tað, soleiðis at tað ikki er nógv eftir til at skilja tað, teir lesa, sigur Andresen.

At finna svarið á einum spurningi við at lesa ein tekst kann verða ein trupul uppgáva.

– Um lærarin harafturat sigur, at næmingurin skal finna svarið við at leita í fleiri keldum, ja, so fær næmingurin eina multitask-uppgávu: eg rokni við, at lærarar ikki vita, hvussu trupul henda uppgávan er fyri næmingar, ið stríðast við at lesa, sigur Anmarkrud.

Margmiðlalæring - gott og ringt

Margmiðlalæring merkir at læra frá fleiri miðlum um somu tíð, til dømis at gera sær niðurstøður, sum byggja á fleiri netsíður og keldur. Tað kann henda, at tú finnur eitt sjónbandabrot, nakrar myndir og ein tekst, sum lýsir evnið, sum tú skalt skriva um.

– Hetta kann gera, at tú fatar og skilir evnið betur og djypri, men eisini at tú overvar arbeiðsminnið og lærir minni, sigur Anmarkrud.

Margmiðlalæring krevur gott arbeiðsminni. Tað merkir, at næmingar við orðblindi skjótt kunnu gerast eftirbátur, um fleiri og fleiri lærarar fara at brúka talgilt tilfar sum pensum.

Djúp fatan kemur ikki av sær sjálvum

Professarin leggur dent á, at tað ber ikki til at vænta, at allir næmingar við ella uttan orðblindni duga at brúka margmiðlar.

– Allir næmingar, eisini teir við orðblindi, eiga at hava møguleika at klára seg í talgilda flokshølinum, og tað eru lærararnir, sum skulu geva teimum amboðini, sigur Anmarkrud.

Teir tveir granskararnir halda, at lærarar eiga at hava størri vitan um, hvussu næmingar við orðblindi kunnu fáa rættan stuðul, soleiðis at teir læra at brúka margmiðlar.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.