Tíðindi

Orðblindalærari fegnast um framstigini á orðblindaøkinum

Alis Højsted úr Funningi hevur verið lærari í fólkaskúlanum síðan 2005. Hon hevur eisini tikið útbúgving sum orðblinda- og serlærari.

8. november 2018

Alis hevur altíð havt stóran áhuga fyri serøkinum, serliga orðblindaøkinum, í skúlanum, og hon sigur, at tá tú sært, at tú gert eitt arbeiði, sum er einum barni at bata, kenst títt arbeiði so sera týdningar- og virðismikið.

Alis heldur, at batar til tað betra eru hendir á serøkinum seinnu árini.

- Tað var eitt ómetaliga stórt framstig, tá Mentamálaráðið setti førleikastovur á stovn. Tær vóru so sera neyðugar, tí við teimum nærkaðist serfrøðin næmingunum. Fyrimunurin við tí er, at vit, ið hava okkara dagligu gongd í skúlanum sum lærarar, stillisliga fáa eygleitt næmingar, ið hava avbjóðingar í sambandi við at læra. Til ber at hyggja at tí, ið næmingurin avrikar, og út frá tí ber rættiliga skjótt til at gera sær eina mynd av, hvar ið næmingurin er, t.e. um serlig hjálp eigur at verða veitt næminginum. Her kann leggjast afturat, at ómetaliga góð hjálp er í, at orðblind í dag kunnu fáa hjásitara í sambandi við próvtøkur.

- Er varhugi av, at næmingurin er orðblindur, ber eitt nú til at hyggja at skrivliga avrikinum hjá honum. Vanligar villur, ið kunnu benda á orðblindi, eru, tá ið næmingurin gloymir endingar á orðum, at hann býtir bókstavir um, og at hann sum heild hevur nógvar villur í eini fyrisøgn. Tað kunnu sjálvandi vera aðrar orsøkir enn orðblindi til, at næmingurin hevur bókligar avbjóðingar, eitt nú kann vera, at hoyrnin ikki er so góð, men undir øllum umstøðum er umráðandi, at næmingurin fær hjálp.

- Arbeiðast má miðvíst. Vit, ið starvast við orðblindi, hava fingið í lag, at allir triðju flokkar í Føroyum verða kannaðir fyri orðblindi. Hetta er kanning, ið Sernám stendur fyri. Allar førleikastovur nýta sama kanningartilfar, og Sernám leggur dent á, at tað eru orðblindalærarar, sum gera kanningarnar. At finna fram til, um ein næmingur er orðblindur, krevur víðfevnt bakgrundsarbeiði. Harumframt skal havast í huga, at lesi- og skriviveikir næmingar, ið ikki eru orðblindir, kunnu eisini hava gagn av orðblindaundirvísing. Tú nýtir sama hátt at lyfta hesar næmingar bókliga, sum tú gert, tá tú hjálpir orðblindum næmingum. Ymiskt er, hvussu mangir næmingar í einum skúla eru orðblindir. Tað eina skúlaárið kunnu vera fleiri, og onnur skúlaár er eingin nýggjur.

Alis heldur, at ov fá skeið eru fyri orðblindalærarar.

- Tann fyrsta útbúgvingin fyri orðblindalærarar, sum var, miðaði meira ímóti at hjálpa teimum, sum vóru á 14 ára aldri og uppeftir. Seinni fingu vit so eina útbúgving, ið meira fevndi um børn. DVO-kanningartilfarið, sum starvsfólk haðani hava gjørt, er eisini bæði læruríkt og hent at hava sum amboð.

Les alla samrøðuna við Alis Højsted í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.