Tíðindi

Orð eru ikki bara orð

Bland kemur ofta í hugtøkini arging og happing. Og tað er óheppið, heldur Sigrid av Reyni Thomassen, AKT-lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt

01-06-2021

Tað er ongantíð ov tíðliga at tosa við næmingarnar um munin millum arging og happing. Tað heldur Sigrid av Reyni Thomassen, AKT-lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt.

- Nógv børn, og vaksin við, brúka orðið happing, tá ið talan í grundini eru um arging, og tað kann fullkomiliga skeikla eina mynd. Tekur onkur húgvuna frá tær eina ferð, so verður tú argaður, ikki happaður.

Afturvendandi trivnaðarátak í Skúlanum við Løgmannabreyt eru vitjanir í triðja og sætta flokki, har AKT-lærarin tosar við næmingarnar um ymisk viðurskifti.

- Vit tosa eisini um happing, hvat happing er, og hvussu umráðandi tað er at siga frá, um tey verða happað, ella um tey síggja onkran verða happaðan. Alt gott um at gera kanningar av happing, men kenna næmingarnir ikki munin millum arging og happing, kann úrslitið gerast rættiliga skeivt, um teir skulu svara spurningum í kanning um happing. Tí er sera umráðandi at tosa við næmingarnar, áðrenn teir skulu svara spurningum um happing, soleiðis at teir skilja munin.

Uppleggið í sætta flokki er øðrvísi enn í triðja. Tá tosar Sigrid av Reyni Thomassen um, hvussu stórt vald orð kunnu hava, og at orð kunnu skapa ein veruleika. Til hesa framløguna brúkar hon uppsløg frá týningini av jødum í seinna heimsbardaga, sum byrjaði við orðum.

- Vit tosa um, at niðrandi málburður kann skapa ein niðrandi hugburð, sum kann føra til niðrandi atferð og at enda “týning” – í flokshøpi: útihýsing, og hóast tað kann virka ógvisligt, so brúki eg tað, sum hendi í Auschwitz, at vísa teimum, hvussu stórt vald orð hava. Hvussu menniskju kundu fara frá at síggja eitt heilt fólk sum samborgarar, til at síggja tey sum óverdug til lívið, m.a. sum avleiðing av tí retorikki, ið fór fram. Tað er umráðandi at læra tey, at orð ikki bara eru orð, men kunnu hava stóra ávirkan á lívið hjá okkum øllum. Øll vilja vera partur av einum felagsskapi, og øll hava stóra ábyrgd, tá ið talan er um, hvør er inni, og hvør er úti í einum bólki. Tað hevur eisini týdning at tosa við tey um grundleggjandi samskifti, hvussu umráðandi tað er at duga at lurta, og at vísa virðing, tá ið onnur tosa.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2021

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.