Bloggur

Ongin glotti?

Jógvan Vest, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar

11.08.2016

So var handan ferian liðug, og vit áttu øll at verið upplívgað og úthvíld. Heilakyknurnar løddar, mussaskøðið hvílt og fingið sálarbót! Men er tað so, at vit nú øll aftur kunnu vera passaliga avslappað? Vit hava nú sjálvandi bara havt agurkir í tíðindunum, sum vanligt er, og tískil ikki havt fyri neyðini at brúkt okkara dýrabæru tíð upp á nakað so býtt sum angist, stúran og máttloysi. Ella hvussu? Meðan vit hava hildið feriu, er Bretland pillað av; Antikristus sjálvur kann enda við at stýra Guðs egna landi; spreingingar og annar ólevnaður herjar úr øllum ættum, og so sum steinur oman á byrðu, so hoyrdist í lurtinum fyri tíð síðan, at allir lærarar ikki fáa arbeiði beinanvegin! Hvussu tramin kunnu vit vænta, at nakar rættsiktaður persónur skal kunna ganga upprættur í hesum døgum?

Hvat við øllum teimum, ið júst hava fingið játtað pláss inn í lovaða landið á Frælsinum, hvussu við teimum? Koma tey yvirhøvur, ella bretta summi upp ermar og fara til skips, meðan onnur møguliga hava ligið í songini í fosturstillingi síðan tíðindini um arbeiðsloysi bórust? Hava vit onnur oyst eitt heilt ár av okkara avmarkaðaðu tíð her á foldum á sjógv?

Ein framtíðarmynd av veruleikanum, um hetta skilið stendur við og versnar, kundi verið, at vit fáa kapping ímillum lesandi og útbúnar lærarar annars, har skitin triks og sjálvsupphevjan fáa fastatøkur. Útboð og eftirspurningur loysir allar trupulleikar hava vit jú fingið inn við móðurmjólkingarkapitalinnspræningini, so vit skulu ei firnast, men tillaga okkum. Skúlastjórar blíva okkara modernaðu lensharrar, har okkara fremsta, týdningarmesta og einasta mál er at syrgja soleiðis fyri, at vit fyrst fáa eitt len. Tá tað so er fingið til høldar, so er at syrgja fyri, at vit sleppa at hava okkara len so leingi sum gjørligt í varðveiðslu.

Sjálvur var eg byrjaður at byrgja meg væl og virðiliga inni í tí trygga, myrka og stilla bólinum í kamarinum, har fosturstillingavenjingarnar vóru væl vigaðar og vendar. Men í tøkum tíma hoyrdist í lurtinum ein profeti frá sjálvum høvdingi okkara, har hann vísti á loysnir: tillaga talið á lesandi alt eftir, hvør eftirspurningurin er, og brúka meira orku upp á eftirútbúgvingar til lærarar. Sostatt fáa vit jú brúkt teir førleikar, ið eru á Frælsinum til at menna alt læraralandslagið, og harafturat útbúgva vit jú ikki eina rúgvu av fólki út í arbeiðsloysi, ið í mínum hugaheimi er ein win/win-støða.

Tískil tykist tað ofta eitt sindur margháttligt, hvussu lítið veruliga verður lurtað eftir Lærarafelagnum yvirhøvur. Eitt vatntætt skott er einaferð sett upp á Hoyvíksvegnum, men tað tykist ikki, sum um tað sleppur nakað sum helst ígjøgnum, ið ikki longu situr uppi á fjálgu brúnni.

Spurningurin er, hvør loysnin til trupulleikan skal verða, men um onki verður gjørt, so er ivasamt, hvørja ávirkan tað fær á lesiáhuga og undirvísingarneista. Tó kann staðfestast, at tað allarhelst ikki er serliga skilagott av mær at skíra framtíðar skúlastjórar fyri lensharrar, tá eg langt um leingi skal út at finna mær len.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.