Tíðindi

Nýtt skúlabókasavn og nýggjar siðvenjur

At menna hugburðin, at bókasavnið og lesing eru týdningarmikil liggur á okkum, sum arbeiða á bókasavninum at gera meiri við, sigur Jónfríð Foldbo, lærari á Skúlatrøð

27.12.2021

Bókasavnið í nýggja skúlanum á Skúlatrøð er í miðdeplinum í skúlanum. Áðrenn nýggi skúlin á Skúlatrøð var tikin í nýtslu í fjør, brúktu næmingarnir fólkabókasavnið, sum er nakrar hundrað metrar frá skúlanum. At hava fingið bókasavn í skúlan fegnast øll um.

- Av tí, at tað er nýtt hjá okkum at hava bókasavn í skúlanum, so vit byggja upp eina mentan og nakrar siðvenjur. At menna hugburðin, at bókasavnið og lesing eru týdningarmikil liggur á okkum, sum arbeiða á bókasavninum at gera meiri við. Vit hava ætlanir um at gera bókasavnið sjónligari, at fara út í flokkarnar og at gera ymisk tiltøk á bókasavninum, sum skulu fáa bæði lærarar og næmingar at koma oftari. Tað er umráðandi førleiki at læra børnini at vera á einum bókasavni, hvussu atburðurin eigur at vera tá, hvussu tú leitar eftir tilfari og so framvegis.

At lærarin og bókavørðurin eru nærverandi á bókasavninum og spyrja inn til áhugan hjá barninum hevur stóran týdning, heldur Jónfríð Foldbo.

- Tað hevur so stóran týdning at vísa áhuga fyri tí, sum børnini lesa; at vit lærarar, bókavørðir og foreldur vísa veruligan áhuga fyri tí, sum børnini lesa, biðja tey siga frá tí, tey lesa, hvat hendir í tekstinum og myndunum, soleiðis at lesingin verður ein samrøða.

Hyggja vit inn á heimasíðuna hjá skúlanum á Skúlatrøð undir bókasavnið síggja vit hópin av forkunnugum og spennandi tiltøkum.

- Vit taka ávís evni upp á bókasavninum, til dømis skaldskap á mannamunni, holocaust og árstíðum. Tá ið norðurlendsku bókmentadagarnir eru, bjóða vit ávísum árgangum á bókasavnið, og tað plagar at eydnast so væl. Sum heild taka bæði næmingar og lærarar sera væl undir við tiltøkunum, sum vit skipa fyri.

Karmarnir eru sera góðir, og eftir er at fáa alt upp á pláss.

- Bøkurnar skulu vera lættar at finna á bókasavninum á Skúlatrøð. Tær eru sjónligar og fáa gott pláss.

Les samrøðu við Jónfríð Foldbo í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.