Tíðindi

Nýtt miðnámsrit

16. Miðnámsritið er komið.

04.04.2018

Í nýggjasta Miðnámsriti kunnu vit eitt nú lesa um hesi evni:

Kanningar vísa, at karakterir eru skaðiligir í eini lærings­gongd. Eitt hugskot er, at vit gera eitt karakterfrítt øki í Føroyum – sum eina roynd.

Fronsk-føroysk orðabók hjá Rólandi í Skorini kom út 2. mars 2018. Hetta er stórhending fyri føroyskt mál. Í orðabókini eru 10.000 orð, sum er ríkiligt til miðnám.

Føroyskt sum fremmandamál er formliga ikki til. Námsætlan er, men MMR hevur ikki lýst hana. Tískil er skeiðsváttanin, sum næmingarnir á Kvøldskúlanum fáa, ikki “autoriserað”.

Umleið 80% av lærutilfarinum á miðnámi er danskt, og 20% er føroyskt. Hvussu fáa vit koppað hesum á høvdið? Miðnámsrit hevur eitt boð.  

Nógv verður tosað um tvørfakligt samstarv, tvørfakliga undirvísing og tvørfakliga læring. Men meina vit altíð um tað sama, tá ið vit tosa um tvørfakligheit?

Smáu miðnámsskúlarnir eru í andróðri, nú vit hava fingið tveir stórar miðnámsdeplar. Avbjóðingarnar eru mangar, men har eru eisini møguleikar.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Til ber at lesa nýggjasta og eldri Miðnámsrit her: https://www.glasir.fo/midnamsrit/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.