Tíðindi

Nýtt háttalag at læra at lesa gevur vón

Nógv stríðast við at læra at lesa, men eitt nýtt háttalag gevur vón. Tað snýr seg um at geva børnum røttu avbjóðingarnar.

24.03.2023

Lesing er grundarlagið í flestu lærugreinum, men nógv stríðast við at lesa. Fjórði hvør drongur um fimtan ára aldur í Noregi skilir ikki kompleksan tekst. Gentur klára seg betur.

Men nýggj gransking vísir sera góð úrslit, tá ið talan er um at fáa næmingar at læra at lesa. Tað snýr seg um at geva næmingum avbjóðingar, sum er tillagaðar til støðið, teir eru á. Alt ov nógvir fella frá, um allir næmingarnir fáa somu undirvísing.

– Í einum umfari royndu vit nýggja háttin vit 48 næmingum, og allir næmingarnir megnaðu at bróta lesikoduna, sigur Hermundur Sigmundsson, professari á Instituttinum fyri sálarfrøði við NTNU í Noregi.

Hann hevur arbeitt við læringini um lesing í nógv ár. Hann hevur gjørt eina kanning á Vestmannaoyggjum í Íslandi í einum flokki við 1. floks næmingum. Har hevur hann roynt nýggja háttin.

– Vit hava savnað okkum um at broyta skúladagin hjá næmingunum, sigur Sigmundsson.

Børnini fylgja neyvari skrá

Arbeitt hevur verið sambært neyvari skrá, sum hevur verið galdandi fyri allan skúladagin.

Áðrenn matarsteðgin læra børn fyrst grundførleikar sum lesing, rokning og náttúrulærugrein. Næstu tveir-tríggjar tímarnar skulu tey eisini vera kropsliga virkin.
Eftir matarsteðgin er venjing á skránni. Fyrsta skúlaárið leggur undirvísingin stóran dent á júst lesiførleikar. Undirvísingin er málrættað venjing og savnar seg um samanhangin millum bókstavir og ljóð.
Síðst á degnum sleppa næmingarnir at gera tað, teimum hóvar; teir kunnu velja millum heimkunnleika, tónleik og ymiskt handaligt og listalig.

– Vit hava ment ein arbeiðshátt, sum vit nevna LESTU ella READ. Hátturin leggur dent á týdningarmestu hættirnar innan læring, sálarfrøði, mótivatiónástøði og málrættaða venjing, sigur Sigmundsson.

– Lykilin er kortlegging fyrst í skúlaárinum, í september, og í januar og mai, sum ger, at vit kunnu tillaga avbjóðingarnar samsvarandi førleikunum.

Framúr úrslit í lesing

Úrslitini í lesing eru framúr. Úrslitini fyri støkorð, setningar og tekst:

Støkorð: Í september kundu 58 prosent av næmingunum í fyrsta flokki lesa støk orð. Hesi høvdu tískil brotið lesikoduna, og í mai høvdu 100 prosent brotið koduna, tað er at øll kundu lesa støk orð.
Setningar: Í september kundu 28 prosent lesa setningar. Í mai var talan um 96 prosent.
Samanhangandi tekst: Í september kundu sløk 8 prosent lesa samanhangandi tekst. Í mai var talan um 88 prosent.

Í líknandi norskari kanning brutu 73 prosent av næmingunum lesikoduna áðrenn mai; norska kanningin brúkti somu kortleggingartest, men ikki sama háttalag.

Sera týðandi, eisini fyri trivnaðin

– Vit halda, at tað, sum vit hava sæð í Vestmannaoyggjum, er sera umráðandi. Næmingarnir eru nøgdir, lærararnir eru nøgdir, og foreldrini eru nøgd, sigur Sigmundsson.

Úrslitini eru nýliga almannakunngjørd í vísindaligum tíðarriti. Hetta er fyrsta greinin frá eini menningar- og granskingarverkætlan, sum er farin fram í Íslandi, í vísindaliga tíðarritinum.

Verkætlanin leggur upp til, at granskararnir skulu læra 50 børn tíggjunda hvørt ár, til samans 500 børn. Øll børnini verða fylgd upp seinni. Verkætlaninin eitur Kveikjum neistann! ella Tendrið neistan! á føroyskum.

– Orsøkin til, at vit arbeiða við lesiførleikunum og gera broytingar í skúlagerandisdegnum hjá børnunum er at bøta um úrslitini og trivnaðin í skúlanum, sigur Sigmundsson.

Hann greiðir frá, at hetta greitt førir til betri trivnað í bólkinum, sum hevur verið ígjøgnum hetta uppleggið samanborið við tey, sum gingu í fyrsta flokki árið fyri og ikki hava fingið somu upplæring.

Størstur trupulleiki millum dreingir

At hava trupulleikar við at lesa er nógv vanligari millum dreingir enn gentur.

– Í Íslandi hava vit serliga avbjóðing við lesing hjá dreingjum og tilflytarum, sigur professarin.

34 prosent av teimum 15 ára gomlu dreingjunum í Íslandi megna ikki at lesa, soleiðis at teir skilja tekstin, vísir altjóða kanningin PISA frá 2018. Í Noregi er talið 26 prosent fyri dreingirnar.

– Hetta merkir, at teir hava ikki nóg góðar lesiførleikar til at kunna skilja tað, teir lesa. Soleiðis hevur tað verið í 18 ár. Í Noregi liggur hesin prosentparturin millum 21 og 26 prosent galdandi fyri dreingirnar. Genturnar klára seg nógv betur; millum fimm og níggju prosent av gentunum stríðast.

– Hetta eiga vit ikki at góðtaka. Biologiin er umleið 2-4 prosent av orsøkini, sigur Sigmundsson.

Uppleggið í Íslandi hugtekur

– Eg eri ógvuliga hugtikin av verkætlanini í Vestmannaoyggjum, sum Sigmundsson stendur á odda fyri, sigur Hanne S. Finstad, granskari og stovnari av Granskingarverksmiðjuni.

Finstad heldur, at hetta er slóðbrótandi upp á nógvar mátar, tí tað er ikki bara grundað á námsfrøði og sálarfrøði, men eisini á biologiska tørvin hjá næmingunum.

– Tað er sett tíð av til dýping og umlestur, og tað er veruliga nakað, sum heilanum tørvar fyri at læra. Samstundis fáa næmingarnir møguleika at menna seg kreativt og musikalsk samstundis sum teir eru likamliga virknir hvønn dag. Tí verður ein slíkur skúladagur mennandi fyri bæði kropp og sál, sigur Finstad.

Lesiundirvísingin tekur støði í tí, vit nú vita um, hvussu heilin lærir at lesa, sigur Finstad.

– Børn mugu fyrst læra at kenna ljóð aftur fyri at kunna seta tey saman til bókstavir og síðan seta tey saman til orð, sum geva meining.

Í norska skúlanum verða nógv børn eggjað at hugsa í heilum orðum, men granskarar, sum arbeiða við heilanum og lesing, óttast fyri, at hetta kann tarna lesilæringini, tí næmingar venja tá at kenna orð aftur heldur enn at læra at lesa.  

ADHD og nýggi hátturin

Dreingir í aldrinum 10-14 ár, sum taka heilivág fyri ADHD, gerast fleiri í tali. Í dag taka 15 prosent av dreingjunum í Íslandi heilivág fyri ADHD, og 4,9 prosent av dreingjunum í Noregi. Hesin nýggi hátturin at lesa hjálpir eisini teimum.

ADHD kann hava nakað at gera við at sita still leingi og at hava langar skúladagar. Tí eru skúlatímarnir ongantíð longri enn 35-40 minuttir. Nýggja uppleggið hevur eisini 72 tímar fleiri likamliga rørslu í skúlaárinum.

Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Vestmannaoyggjabýi, Kenslumálaráðnum í Íslandi, SA Confederation of Icelandic enterprise og Íslenska universitetinum.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.