Tíðindi

Nýggjar námsætlanir innan fimm ár

35 námsætlanir til fólkaskúlan, 45 til miðnám og 24 til yrkisnám. Tað er talið á næmsætlanum, sum tørvur er at endurskoða og dagføra. Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við broytingum í fólkaskúlanum, mælir til, at hetta arbeiðið verður gjørt innan fimm ár.

01.06.2023

Verða broytingar gjørdar í fólkaskúlalógini, eiga broytingar at verða gjørdar í námsætlanunum, tí samanhangur eigur at verða millum námsætlanararbeiðið og ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini. Nám fór í 2020 undir arbeiðið at dagføra allar námsætlanir frá fólkaskúla til endan á miðnámi, og málið var, at gera hesar dagføringar i einum fimm ára skeiði, men hetta letur seg ikki gera bæði fíggjarliga, starvsfólkaliga, og tí at talan er um eitt sera stórt tal av námsætlanum, sum eisini fata um yrkisútbúgvingar. Samanhangur er ímillum námsætlanirnar í fólkaskúla og á miðnámi, og tí mugu námsætlanirnar broytast í eini heildarskipan og ikki bara innan annað økið, verður sagt í stóru frágreiðingini við tilmælum, sum júst er handað landsstýrismanninum við skúlamálum.

Neyðugt er, at arbeiðsbólkar verða settir at endurskoða og dagføra einstøku námsætlanirnar frá lægsta stigi í fólkaskúlanum til hægsta stig á miðnámi, og at tað samstundis verða gjørdar leiðbeiningar til einstøku lærugreinirnar. Hetta arbeiðið skal eisini fevna um námsætlanir og leiðbeiningar til kravdar verkætlanir og kravd undirvísingarevni, sum m.a. eru:

Kravd undirvísingarevni í fólkaskúlanum:

* Ferðslulæra
* Kvæði og dansur (námsætlan ikki tøk)
* Heilsukunnleiki og seksualupplýsing (námsætlan ikki tøk)
* Útbúgvingar- og vinnulívskunning (námsætlan ikki tøk)

* Kravd verkætlanin í 9. flokki
* Harumframt vanta námsætlanir í fleiri vallærugreinum

Í arbeiðinum at gera leiðbeiningar og dagføringum í einstøku námsætlanunum er sera týdningarmikið, at tætt samstarv er við lærarar, sum bæði hava serligt innlit í lærugreinina, og sum skulu útinna dygdargóðu undirvísingina, sum námsætlanirnar lýsa og áseta mál, sum skúlarnir skulu náa í undirvínsigini. Lærarar bæði í fólkaskúla og á miðnámi hava gjørt vart við, at tørvur er á ítøkiligum leiðbeiningum til hvørja einstaka námsætlan.

Arbeiðsbólkarnir, sum arbeiða við námsætlanunum, eiga at verða mannaðir við umboðum fyri lærarum í lærugreinini, møguligum umboðum fyri Námsvísindadeildina og starvsfólki í Námi. Umframt viðkomandi tilfar og eftirmetingar skulu bólkarnir eisini grunda sítt arbeiði á fólkaskúlalógina. Arbeiðið verður gjørt av einum verkætlanarbólki í Námi. Afturat sær hevur verkætlanarbólkurin lærugreinaráðgevar og umboð fyri Próvstovuna. Restin av bólkinum kemur at virka sum ein tilvísingarbólkur, sum fylgir arbeiðinum og kemur við tilmælum.

Tilmælt verður,

* at arbeiðsbólkar verða settir at endurskoða og dagføra einstøku námsætlanirnar frá 1. flokki fólkaskúlans til hægsta stig í miðnámi.
* at arbeiðsbólkarnir gera samstundis eiðbeinandi tilfar til einstøku námsætlanirnar
* at arbeiðið verður gjørt innan fimm ár. Talan er um 35 námsætlanir til fólkaskúlan, 45 til miðnámi og 24 til yrkisnám.

Frágreiðingin við tilmælum, sum var handað landsstýrismanninum mikudagin, er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.

Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.