Tíðindi

Nýggjar leiðir innan undirvísingina í handverki og list

Í Eiðis skúla royna tey nýggjar leiðir at menna lærugreinina handverk og list. Og royndirnar higartil eru sera jaligar. Næmingar, foreldur og lærarar eru fegin um royndartiltakið

30.01.2023

Í Eiðis skúla eru 93 næmingar úr forskúla til og við sjeynda flokk. Annað skúlaárið á rað hava tey umskipað undirvísingina í handverki og list. Endamálið er at gera valmøguleikarnar í lærugreinini størri.

Farna skúlaár var lærugreinin umskipað, og nýggj tilboð boðin út til næmingarnar, og samstundis eru nøkur av siðbundnu tilboðunum broytt og tillagað. Og hetta skúlaárið verður hildið fram eftir hesum leisti.

Næmingarnir í 6. og 7. flokki eru 24 í tali. Teir kunnu velja tvey evni av hesum: Evning, gagnlist, sjóvinnu/sjófeingi, smíð og bygdamentanin. Tey fáa 4 tímar undirvísing um vikuna.

Sumt av tí, sum næmingarnir kunnu velja, er kent fyri næmingarnar. Tó hevur skúlin gjørt ta broyting, at næmingar kunnu velja av egnum áhuga.

- Tí kunnu vit fara niður í dýpdina við teimum grundleggjandi førleikunum. Og vit síggja tað aftur í avrikunum, sum næmingarnir gera. Lærarin, sum hevur undirvíst í mong ár, staðfestir, at endiliga ber til at arbeiða gjølla, nærlagt og ambisjøst, sigur Tom Joensen, skúlastjóri í Eiðis skúla.

Hini tilboðini, sum næmingarnir hava at velja í, hevur skúlin sett á stovn í sambandi við hesa royndar- og menningarverkætlanina. Gagnlist fevnir í høvuðsheitum um at evna úr leiri og glasi, og hetta er nýtt fyri skúlan.

Í tilboðnum, sum hevur við sjóvinnu/sjófeingi at gera, er skúlin so heppin at hava lærara, sum eisini er útbúgvin skipsførari.

- Vit hava valt at samantvinna hesar førleikar. Arbeitt hevur verið helvt um helvt teoretiskt og praktiskt. Eitt nú sleppa næmingar at spleysa, morsa, seta út í kort, rippa, egna, flekja, fara á flot, ala og so hava teir eisini um trygd á sjónum. Ein dag um mánaðin matgera næmingarnir við onkrum úr sjónum.

Skúlin er eisini heppin við læraraførleikum, tá talan er um lærugreinina smíð og bygdamentan. Lærarin er umframt útbúgving sum fólkaskúlalærari íverkseti og íðin innløgumaður.

- Næmingarnir hava flett, skorið upp, roytt havhestaungar, flett harur og annað. Ein dagin um mánaðin matgera teir við onkrum, sum hevur samband við tað praktiska, sum teir hava gjørt. Teir læra harumframt grundleggjandi førleikar í smíð. Høvuðsverkætlanin í smíðtímunum er at smíða ein hjall.

Ein spennandi royndar- og menningarverkætlan í Eiðis skúla, sum hetta skúlaárið hevur fingið 110 klokkutímar. Sum skilst eru næmingar, foreldur og lærarar fegin um hetta royndartiltakið.

- Vit vóna at halda fram við hesum, samstundis sum vit allatíðina eru opin fyri møguleikum, ið kunnu vísa seg, tí tað ræður um at nýta lærarakreftirnar optimalt.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.