Tíðindi

Nú seta vit Ferð á føroyskt

Nýtt tilfar úr Námi, sum er ætlað teimum, ið hava føroyskt sum annaðmál, kemur út nú.

07.09.2022

Annaðmál er tað málið, ið verður tosað í landinum, tú nú býrt í, men sum ikki er títt móðurmál.

Ferð á føroyskt er ein bókaheild í eini komandi røð, sum fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, Ljóðfílur, Svarlista og Læraravegleiðing við hópin av eyka tilfari og góðum hugskotum til aktivitetir. 

Ferð á føroyskt 1 er slóðbrótandi sum fyrstu bøkurnar av sínum slagi, ið taka mentanarligan og málsligan forkunnleika við í eina øðrvísi tilgongd til føroyskt, enn hana vit vanliga kenna frá móðurmálsundirvísingini. Bøkurnar byrja heilt frá byrjan og leggja eitt breitt støði undir framhaldandi læring bæði í talu og á skrift.

Ferð á føroyskt kann brúkast frá fjórða/fimta flokki og uppeftir, umframt til vaksin.

Maria Heradóttir og Turid Thomsen hava ment tilfarið eftir týskum leisti.

Hey! er ein røð av heftum, sum við støði í gerandissamrøðum venda sær til vaksin. Lydia Didriksen hevur skrivað fyrstu tvey heftini í røðini, sum hava undirheitini Familja og vinir og Arbeiði og frítíð. Røðin kann brúkast sum ískoyti til Ferð á føroyskt og Vælkomin eftir Bergljót av Skarði.

Felags fyri útgávurnar eru serkendu evnini í allari annaðmálsundirvísing, ið leggja seg tætt upp at gerandisdegnum. 

Skeið í at brúka Ferð á føroyskt verður í Námi  21. september.

Útgávutiltak verður seinni í septembur.

Á myndini eru Maria Heradóttir og Turid Thomsen.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.