Tíðindi

Nú gerst enn stuttligari at undirvísa í grannamálum

Undirvísingarportalurin Norden i Skolen verður nú enn lættari og stuttligari at brúka fyri lærarar og næmingar í Norðurlondum: Portalurin er mentur, so tú sum lærari skjótari kann fáa yvirlit yvir teir nógvu ymisku tekstirnar, filmarnar, uppgávurnar og virksemið, tú ókeypis kann brúka, eins og tú lættari kanst koma í samband við ein vinarflokk.

04.11.2017

"Nordeniskolen.org verður brúktur av lærarum og fólkaskúlaflokkum í øllum Norðurlondum, og við nýggju síðuni verður tað enn lættari at fáa grannamálsundirvísingina inn í gerandisdagin hjá flokkinum,” greiðir verkætlanarleiðarin hjá Norden i Skolen, Thomas Henriksen, frá.

Undirvísingarportalurin er eitt ókeypis tilboð til allar norðurlendskar skúlar, ið Norrønu Feløgini og Norðurlendska Ráðharraráðið standa fyri. 10.000 lærarar úr øllum Norðurlondum brúka í dag portalin, sum byrjaði í 2011.

Fá yvirlit við einum klikki

Portalurin hevur nú fingið eina nýggja leitiskipan, so tú sum lærari við einum einstakum kikki kanst fáa yvirlit yvir øll undirvísingartilboðini, ið kunnu brúkast til tín flokk. Eitt nú eitt stórt úrval av skraddaraseymaðum evnispakkum, tekstum og filmum við spennandi uppgávum, har alt er lagt til rættis og klárt at brúka. Til dømis um grannamál, samfelagsviðurskifti og mentan í Norðurlondum.

Sum nakað nýtt, kanst tú eisini leita eftir serstøkum læruevnum, so tú lættliga kann knýta tilfarið til námsætlanina.

Thomas Henriksen, verkætlanarleiðari, sigur:

"Við portalinum vilja vit geva lærarum og næmingum í Norðurlondum møguleika fyri at arbeiða við grannamálum á ein stuttligari og meira viðkomandi hátt – eitt nú við at taka við fleiri modalitetir við tilknýttum filmum og virksemi, har næmingarnir umvegis kjatt/videokjatt kunnu samstarva við vinarflokkar úr øðrum Norðurlondum í ymsum evnum, eitt nú máli, náttúrulæru, søgu og samfelagslæru.”

Lesið meiri her: https://nordeniskolen.org/fo/

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.