Tíðindi

Nøkur mynstur ganga aftur í flokkum, sum hava eina ósunna mentan

- Tekur lærarin ikki við leiðsluni og ger alt, hann er mentur, fyri at endavenda støðuni og beina hana á rætta kós so skjótt til ber, syndrast flokkurin, sigur Helle Rabøl Hansen, ph.d. og granskari í happing. Í fjør hevði hon framløgu um happing á evnisdegi, sum Barnabati skipaði fyri í Norðurlandahúsinum.

21.03.2019

Sama um skúlar gera nógv fyri, at happing verður steðgað ella ikki, so hevur hon mangan tað við sær, at tey, sum eru fyri happing, onkursvegna kenna seg noydd at byrja av nýggjum og fara úr flokkinum, har happingin er farin fram; hesir næmingar verða av granskarum nevndir “spøkilsisnæmingar”; Helle Rabøl Hansen sigur, at næmingar hava tað við at geva hesum happaðu næmingum ábyrgdina og skyldina av, at happing fór fram.

- Næmingarnir verja mentanina, sum ger seg galdandi í flokkinum, hóast hon hevur havt við sær, at nøkur hava verið noydd at fara úr flokkinum, tí tey ikki megnaðu at vera har orsakað av mentanini, sum ger seg galdandi. Næmingar kunnu siga um næmingarnar, sum verða noyddir úr flokkinum, at “teir ikki hóskaðu inn”.

Helle Rabøl Hansen vísir á, at nøkur mynstur ganga aftur í flokkum, sum hava eina ósunna mentan; mangan hava hesir flokkar nakrar dreingir, sum ikki tíma at ganga í skúla; hesir dreingirnir hava mangan heldur ikki eitt sunt frítíðarlív. Teir kenna seg sum teir ráðandi í flokkinum, teir, sum seta dagsskránna, og nógv dømi eru um, at teir taka stig til happing av teimum næmingunum, sum tíma at ganga í skúla, og sum ganga høgt upp í skúlan.

- Tekur lærarin ikki við leiðsluni og ger alt, hann er mentur, fyri at endavenda støðuni og beina hana á rætta kós so skjótt til ber, syndrast flokkurin. Tíverri síggi eg alt ov ofta, at skúlar siga frá sær ábyrgdina og royna at finna orsøkina til happingina uttan fyri skúlan, til dømis at børnini, sum ganga á odda í happingini, hava foreldur, sum eru farin frá hvørjum øðrum, og so framvegis. Hóast vit ikki leita eftir syndarum, so skal einki vera at ivast í, at okkara samhugi liggur hjá teimum, sum eru fyri happing. Um somu tíð eiga vit at varpa ljós á ein hugburð í skúla og uppaling, sum sigur, at vit ikki happa onnur. Vit skulu duga nógv betur at skapa trygg skúlaumhvørvi, sum ikki leggja upp til happing, umhvørvi, sum varpa ljós á tey góðu virðini.

Síðst í apríl verður ein nýggj happingarkanning almannakunngjørd.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2019, sum kom í februar

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.