Tíðindi

Nógvir næmingar við lesitrupulleikum fáa ongantíð serkøna hjálp

Ein av fýra tannáringum í Noregi hevur ikki nóg góðar lesiførleikar, vísir altjóða lesiroynd, har 8600 næmingar í 4. og 5. flokki hava tikið lut. Hjálpina fáa teir frá ófaklærdum fólki, og tað vekir stúran, sigur granskari á Lesisentrinum í Stavanger

19.01.2018

Lærararnir til ein av trimum norskum næmingum sigur, at teir aldri fáa hjálpina frá serkønum fólki, tá ið talan er um næmingar, sum stríðast við lesing. Tað vísir spurnarunda millum lærarar, sum er gjørd í sambandi við stóru altjóða kanningina av lesiførleikunum hjá børnum, PIRLS 2016.

– Tilbúgvingin hjá skúlunum er misjøvn, men tað vekir stúran at fáa at vita, at lærararnir til meiri enn ein triðing av næmingunum siga, at teir aldri fáa ta serkønu hjálpina, sum teimum tørvar, so sum serlærara ella serkønan lærara í lesing, sigur Kjersti Lundetræ, granskari á Lesisentrinum í Stavanger.

Ein av fýra tannáringum í Noregi hevur tað, sum verður lýst at vera veikar lesiførleikar, vísir altjóða lesiroynd, har 8600 næmingar í 4. og 5. flokki hava tikið lut. Talið á teimum, sum stríðast við lesing, er minkað síðan 2011, tá ikki færri enn ein av trimum tannáringum vóru í hesum bólkinum. Gongdin bendir á, at undirvísingin í lesing er vorðin betri, sigur Lundatræ.

Men fyri næmingarnar, sum framvegis stríðast við lesing, eru tað alt ov mong, sum ikki fáa skikkaða hjálp. Lærararnir hjá 30 prosent av næmingunum í fjórða flokki – og hjá 36 prosent av næmingunum í fimta flokki – siga, at teir onga atgongd hava til serhjálp fyri at stuðla næmingunum, sum tørvar nakað eyka í tilgongdini at gerast betri lesari.

Í spurnarunduni hava lærararnir eitt nú svarað, hvørja uttanhýsis hjálp teir hava til taks til næmingar, sum hava lesitrupulleikar. Teir flestu lærararnir hava ófaklærdar hjálparar ella hjálparfólk, sum kunnu hjálpa teimum í slíkum førum. Hetta er ikki nóg gott, sigur granskarin.

- Tað er á ongan hátt nóg gott, at næmingar, sum stríðast við lesitrupulleikar, fáa hjálp frá einum hjálparfólki, heldur enn fólki, sum eru serkøn í lesing. Vit mugu hava álit á, at lærarar og serlærarar hava størri vitan um, hvussu næmingar við lesitrupulleikum verða best hjálptir fram um ófaklærd hjálparfólk.

Nógvir lærarar siga, at teir ”bíða fyri at vita”, um lesiførleikarnir hjá næmingunum gerast betri so hvørt næmingarnir gerast eldri. Samanborið við kanningina í 2011 eru tað 15 prosent fleiri næmingar, hvørs lærarar ”bíða fyri at vita,” og tað er ein gongd, sum Lundetræ metir er óheppin.

– Hetta er ikki í samsvari við, at rætta hjálpina eigur at koma so skjótt til ber, sigur hon.

Norskir lærarar nýta aðrar hættir at stuðla næmingunum, sum hava trupulleikar at lesa. Nærum allir lærararnir í kanningini siga, at teir biðja foreldrini hjá børnunum, sum eru við at gerast eftirbátur í lesing, at stuðla børnum sínum. Og lærararnir til nærum allar næmingarnar í fjórða flokki svara, at teir brúka meiri tíð at arbeiða einsæris við næmingunum.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.