Tíðindi

Nógv spent barnaandlit

Tær ferðir, ið eg havi tikið ímóti einum fyrsta flokki, havi eg altíð gjørt foreldrunum greitt, at eg einsamøll megni ikki at læra teirra barn alt. Andrea á Ríðuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

26.07.2018

Skjótt upprennur dagurin, tá vit skulu taka ímóti teimum seks/sjey ára gomlu, sum byrja í fyrsta flokki. Hetta er ein spennandi tíð bæði hjá teimum og okkum. Øll eru spent til eina nýggja byrjan, har allir møguleikar eru opnir.

Hesi børnini hava eitt ynski um at læra nýtt, og vit hava ynski um at læra tey so nógv sum gjørligt.

Tær ferðir, ið eg havi tikið ímóti einum fyrsta flokki, havi eg altíð gjørt foreldrunum greitt, at eg einsamøll megni ikki at læra teirra barn alt. Tað er av alstórum týdningi at fáa stuðul heimanífrá. Henda útsøgnin er kanska heldur gammeldags, men eftir seinastu lesikanningina, ið júst er løgd fram, haldi eg, at tað passar sum fótur í hosu. Vit hava avmarkaða tíð í skúlanum, og tí er tað eins natúrligt, at foreldrini taka fatur í heimaarbeiði, sum tað er, at eg undirvísi í skúlanum.

Ein dóttir okkara hevði eitt heldur serligt ynski í jólagávu, árið fyri hon fór í skúla; ”mamma, eg ynski mær at duga at lesa í jólagávu”. Hetta er sjálvandi ikki eitt ynski, eg kundi ganga á møti, men eg kundi gera tað næstbesta, eg kundi stuðla henni í ynskinum, og lesa nógv við og fyri henni. Harumframt kundu vit práta nógv um daglig viðurskifti. Prát økir orðfeingið, ið er ein týdningarmikil fortreyt fyri lesing. Dugir tú fá orð, er torført at skilja, hvat tú lesur.

Hetta ynski gevur ikki bert eina fakliga vitan, men gevur eisini foreldrum ein góðan møguleika at vera saman við sínum børnum, uttan at verða órógvað av ymsum skíggjum. Hetta gevur eisini møguleika fyri práti við børnini um tað, sum stendur í bókunum, kanska enntá práta um dagin, ið fór. Tá lisið verður fyri børnum, er lætt at síggja, um tey skilja tað, vit lesa. Tá er týdningarmikið at steðga á og geva sær stundir at greiða frá og lurta eftir teimum spurningum, barnið hevur. Um stundir ikki eru til tess, gera vit barninum eina bjarnatænastu, tey missa møguleikan at læra nýggj orð, umframt at tey missa týdningsbrot úr søguni. Júst hetta er ein vansi, tá tey sjálv skulu lesa. Eru ov nógv torfør og torskild orð, so tíma tey ikki, tí tey skilja ikki, hvat søgan snýr seg um. Jú fleiri orð barnið kennir, lættari er at lesa.

Hetta er ikki rakettvísindi, ei heldur nýtt undir sólini, men viðhvørt er gott at fáa endurtikið tað, sum er gott. Um so er, at man ikki hevur lisið fyri sínum barni, so er tað ongantíð ov seint. Eldri børn halda eisini, at tað er gott, tá tey fáa ans frá foreldrum, tey halda kanska enntá, at tað er stuttligt at hoyra eina søgu, sum tey ikki megna ella tíma at lesa sjálv.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.