Bloggur

Nógv góð hjálp er at fáa - eisini í okkara lítla landi

Ingun Malunardóttir Háberg, læraralesandi, bloggar

15.02.2013

Tá eg varð spurd, um eg hevði hug at skriva bloggar fyri Skúlablaðið, segði eg sjálvandi ja. Eg elski at skriva, og tað fellur mær lætt.


Eg fór beint at hugsa um, hvat skal eyðkenna júst mín blogg. Skal eg skriva um, hvussu er at liva við inntøkuni, sum lesandi noyðast at liva við:) Skal eg skriva um øll ástøðini, eg dagliga lesi um, í sálarfrøði:) Ella kanska um, hvussu hepna eg kenni meg, at eg trívist í skúlanum og í gerandisdegnum sum lesandi:) Ella kanska um mínar deiligu floksfelagar:) 
Eg avgjørdi, at eg skuldi lata meg fáa íblástur úr tí vanliga gerandisliga, sum hugtekur meg. 
Kanska fara eg onkuntíð at skriva um alt hatta, sum eg ramsaði upp, men tað verður bara ikki hesaferð, tí eftir at eg í kvøld havi sæð danska filmin “Jagten”, veit eg akkurát, hvat mín fyrsti bloggur skal snúgva seg um.

Evnið hevur verið nógv frammi í seinastuni, men eg ynski, eftir at eg havi sæð hendan filmin, bara at senda ein tanka til øll tey, sum verða ákærd og síðani dømd ósek, og hvussu týdningarmikið tað er, at vit fara hóvliga fram, um vit fáa illgruna um eitthvørt. Tá hugsi eg kanska serliga um okkum sum yrkisfólk, sum eru saman við børnunum so nógvar tímar um dagin. 
Kanska hava øll tykkara ikki sæð filmin, so eg skal gera alt, eg eri ment, fyri ikki at avdúka ov nógv. Tó taki eg kjarnin upp.

Tá eg hevði gingið nakrar vikur á Læraraskúlanum, kom ein kvinna frá Barnaverndini at tosa við okkum um fráboðanarskyldu sum yrkisfólk á stovnum, skúlum og allastaðni, har vit eru millum børn. Vit fingu góða kunning um, hvussu ein skal hátta seg, um illgruni er um, at eitt barn á onkran hátt hevur verið fyri sálarligum, kropsligum ella kynsligum ágangi. Eisini tosaði hon um, hvørji sereyðkenni ofta kunnu vísa seg í atburðinum hjá barninum, kemur hetta fyri.


Ótrúliga áhugaverdur fyrilestur, og nógvir viðkomandi spurningar vórðu viðgjørdir á ein hátt, so at vit “óvitandi” skiltu, og beinanvegin kundu seta í samband við yrkislívið.

Hetta hevði eg onkursvegna gagn av og hugsaði nógv um tað, meðan eg hugdi at filminum. Eg sá, at har ikki varð farið rætt fram, og eg dugdi at ímynda mær, hvussu eg sum lærari hevði gjørt, um hatta hendi í mínum nærumhvørvi.


Filmurin snýr seg um ein mann, Lucas (Mads Mikkelsen). Hann býr í einum lítlum donskum samfelag og er, eftir at skúlin er lagdur niður, uppsagdur úr sínum lærarastarvi. Síðan hevur hann starvast á einum dagstovni í býnum. Hann hevur hús og hund og ein tannáringason, sum hann so smátt aftur byrjar at fáa samband við eftir hjúnaskilnaðin. Alt tykist, sum tað skal vera – til hann verður ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á eitt av børnunum á stovninum, har hann arbeiðir – hann er ósekur.


Stovnsleiðarin ber seg skeivt at, foreldrini bera seg skeivt at, kommunan ber seg skeivt at, og samfelagið vendir honum bakið. Eitt hart stríð byrjar.


Fyri at hetta ikki skal gerast eitt filmsummæli, vil eg koma til tað, eg vil siga.
Tá vit sum yrkisfólk fara út í stovnar og skúlar, ella hvagar vit fara, so mugu vit minnast til at bera okkum rætt at, um vit av onkrari orsøk skuldu havt illgruna um, at onkur ger seg inn á barnið. Vit mugu fylgja teimum forskriftum, sum eru tilskrivaðar. Vit mugu virða menniskjað, vit mugu halda okkum innan mørk, og vit mugu duga at spyrja okkum fyri á rætta stað, um vit ivast í onkrum. Nógv góð hjálp er at fáa - eisini í okkara lítla landi. Vit mugu bara tora at leita eftir henni. 
Fyri at fáa eina mynd av, hvat tað er, eg skrivi um, vil eg mæla øllum til at hyggja at hesum filmi. Hesin filmur fær tankarnar at floyma yvir. “Børn lúgva seg ikki út í trupulleikar,” segði henda vísa kvinnan í Barnaverndini, tá hon vitjaði okkum. Men sum yrkisfólk mugu vit veruliga ansa okkum, so at vit fara rætt fram, og at vit halda tilskrivaðu reglurnar um, hvussu vit bera okkum at, fáa vit illgruna um okkurt, sum ikki ruggar rætt.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.