Tíðindi

Nógv bendir á, at næmingar eiga at lesa meiri á pappíri

Tað er umráðandi, at skíggjanýtslan í skúlanum ikki trokar lesingina á pappíri av. Tað er niðurstøðan hjá einum arbeiðsbólki, sum hevur kannað skíggjanýtsluna í skúlum í Noregi.

12.01.2024

Fyri stuttum fingu vit nýggj úrslit frá PISA-kanningini. Næmingar í nógvum londum klára seg verri í lesing, eisini í Føroyum. Í Noregi staðfesta tey, at bólkurin av næmingum, sum hevur vánaligar lesiførleikar, er vaksin úr 19 prosentum upp í 27 prosent í 2022. Hetta merkir, at meiri enn ein av fimm næmingum í 9. flokki í Noregi hevur so vánaligar førleikar, at teir kunnu fáa trupulleikar, tá ið teir fara víðari í skúlaskipanini og í arbeiðslívinum. Soleiðis stendur skrivað í uppriti frá arbeiðsbólki, sum norska stjórnin hevur sett at kanna skíggjanýtsluna í skúlunum í Noregi.

Hugsandi er heimsfarsóttin ein av orsøkunum, men óivað hevur økta nýtslan av skíggjum í skúlunum eisini nakað at gera við hesa gongdina. Tað heldur arbeiðsbólkurin, og eftir at hava kannað gransking í skíggjum og lesing siga tey:

“Ein fyribils niðurstøða er, at nógv bendir á, at næmingar eiga at lesa meiri á pappíri.”

Ein skjót og týdningarmikil broyting í skúlanum

Tað var í summar, at norska stjórnin setti ein arbeiðsbólk at kanna skíggjanýtsluna í skúlunum. Arbeiðsbólkurin skal gera nøkur tilmæli í seinasta lagi í november komandi ár. Fleiri professarar og granskarar fylgja arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Saman skulu tey finna út av, hvat vit vita, og hvat vit ikki vita. Nærum øll børn hava atgongd til egnan skíggja í skúlanum, sambært norskum tølum.

Tað er eftir sera stuttari tíð, at skíggjar eru komnar inn í skúlastovurnar, og tað hevur havt eina stóra broyting við sær, sigur arbeiðsbólkurin. Tí er tað ikki løgið, at tað hevur verið nógv kjakast um skíggjanýtsluna síðstu árini. Í januar í 2023 tóku foreldur í Noregi stig til eitt mótmæli ímóti skíggjum í barnaskúlunum í Noregi.

Granskingin á økinum er eftirbátur og sigur lítið um, hvørjar avleiðingarnar fara at vera av talgildingini í framtíðini. Á nógvum økjum fara úrslitini í fleiri ættir. Kanningar eru gjørdar á ymsum aldursstigum og máta ikki altíð tað sama. Á einum øki peikar tó kortini nógv í somu ætt.

Betri lesifatan við pappíri

«Kanningar vísa, at næmingar í innskúlingini og lesandi, sum eru undir hægri útbúgving, hava verri lesifatan eftir at hava lisið ein tekst á skíggja samanborið við á pappíri,» stendur í uppriti frá arbeiðsbólkinum

Bæði metagreiningar, har granskarar seta saman dátur frá fleiri kanningum, og niðurstøðan í einum samandrátti av vitan kemur til, at tú hevur betri lesifatan av longum og fløktum tekstum við at lesa á pappíri enn at lesa sama tekst á skíggja.

Fyrr eru tannáringar í Noregi kannaðir í lesing á pappíri. Nú verða hesar kanningarnar gjørdar í talgildum landsroyndum. Í skiftinum frá pappíri til talgilda roynd gjørdu granskararnir eina kanning fyri at vita, hvør munurin er at lesa á skíggja og pappíri. Fleiri enn túsund næmingar í fimta flokki úr øllum Noregi tóku lut. Nærum triðingurin av næmingunum kláraðu seg betur við at lesa á pappíri samanborið við á skíggja.

Vit lesa skjótari á skíggja, men vit fáa minni við av tí vit lesa. At skrolla er krevjandi, og tað er nógv, sum órógvar á skíggjanum, siga granskararnir.

Ger skíggin, at vit lesa styttri tekstir?

Tað er serliga tað at lesa langar tekstir, sum verður ávirkað av skíggja. Fleiri kanningar hava ikki staðfest nakran mun, tá ið talan er um styttri tekstir. Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við at lýsa skíggjanýtsluna, stúrir fyri, at størri nýtsla av skíggjum í skúlanum kann føra til, at tekstirnar, sum verður lisnir, gerast styttri, og eingir langir tekstir verða lisnir.

«Tað er rættiliga ivasamt, um børn og ung í dag brúka nóg nógva tíð at menna evnini til dýpdarlesing,» skriva tey. 

Tí lesivanakanningar seinastu árini hava ikki bara víst, at lesiførleikarnir hjá næmingum versna. Tær vísa eisini, at fleiri enn fyrr ikki lesa í frítíðini, og at næmingar í Noregi lesa færri langar tekstir samanborið við javnaldrar í øðrum Norðurlondum.  

Tað er álvarsamt, tí tað at lesa langt er ikki bara týdningarmikið fyri at menna góðar lesiførleikar, men eisini fyri at menna førleikar at hugsa kritiskt, vísir arbeiðsbólkurin á.

Fólk í øllum aldri lesa verri á skíggja

Granskararnir hava ikki sæð aldursmun, tá ið teir hava kannað lesing á skíggja og pappíri – negativa árinið av at lesa á skíggja er tað sama tvørtur um aldur.

«Hvussu nógvar royndir tú hevur at lesa á skíggja sær ikki út til at ávirka, hvussu væl tú lesur á skíggja,» sigur arbeiðsbólkurin.

Hinvegin ávirka lesiførleikar, tí hjá teimum, sum lesa væl, hevur tað minni at siga, um tey lesa á skíggja ella pappíri. Tey, sum ikki lesa væl, stríðast eisini við at lesa á skíggja. Samstundis kann skíggin geva júst hesum lesarunum møguleikar sum pappírsbókin ikki kann, vísir arbeiðsbólkurin á. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er tí, at «kjakið um skíggjar og lesing eigur at snúgva seg um at taka tilvitaðar avgerðir um, nær næmingar eiga at lesa talgilt, og nær teir eiga at lesa á pappíri.»  

Knappaborð ella blýantur

Skíggjarnir í fólka- og miðnámsskúlunum verða mest brúktir til at skriva við. Granskingin, sum hevur samanborið tað at skriva við hond og skriva á knappaborð, snýr seg í høvuðsheitum um tey yngstu børnini, sum skulu læra at skriva. Ein norsk verkætlan, sum eitur DigiHand, hava ikki sæð nakran mun í skrivilæringini við hond ella við knappaborði í tveimum kanningum av næmingum í fyrsta flokki.

Men kanningar sum hesar hava hugt at einum ávísum tíðarskeiði, vísir arbeiðsbólkurin á. Vit vita lítið um gongdina yvir tíð, og hvat tað kann hava at siga fyri kognitivu evnini hjá næmingum sum frálíður.

At skriva á knappaborð kann gera, at ein, sum ikki dugir eins væl at skriva við hond, klárar at skriva longri. Tað gevur motivasjón. Men tað at skriva við hond setir okkurt í gongd í heilanum á annan hátt enn at skriva á knappaborð. Tað venur fínmotorikkin og hongur saman við menningini av fleiri kognitivum førleikum. Fyribils niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at skúlapolitikkur eigur at skipa so fyri, at bæði handskrift og at skriva á knappaborð fáa natúrligt pláss í undirvísingini.

Hvat merkir «meiri»? 

Øystein Gilje er professari við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking við Universitetið í Oslo. Hann hevur brúkt nógvar tímar at eygleiða, hvat hendir í skúlastovunum í norskum skúlum. Hann tekur undir við uppritinum hjá arbeiðsbólkinum.

– Hetta uppritið hevur týdning, tí tað leggur upp fyri endamálinum við lesing og ymiskum tekstum, soleiðis sum tekstlesing eru í ymiskum lærugreinum, sigur Gilje.

Men tað er eitt lítið men.

– Uppritið hevur ikki støði í nóg nógvari gransking, sum vísir, hvussu nógv verður lisið á pappí og skíggja í skúlum í dag, og tí er tað ringt at vita, hvat “meiri” merkir. Um niðurstøðan er, at næmingar eiga at lesa meiri á pappíri, so eigur eisini at verða sagt, nær í skúlagongdini tað hevur týdning, og til hvat endamál. Tað hugsi eg eigur at verða gjørt týðiligari, tá ið arbeiðsbólkurin fer at skriva frágreiðing, sigur hann.

Arbeiðsbólkurin fer at hyggja nærri at læruamboðum, bæði á pappíri og talgild, sum er komin gjøgnum tíðina. Er tað til dømis soleiðis, at læruamboð og lærutilgongdir gerast styttri og brúka meiri myndir, ljóð og video?

– Hetta eru grundleggjandi spurningar í einum læruumhvørvi, har næmingarnir hava ymiska tilgongd til vitan. Tað verður í dag sett spurnartekn við, um vit í dag á sama hátt sum fyrr kunnu siga, at lesing er einasta inngongdin til læring. Tað merkir ikki, at lesing ikki hevur týdning, og at øll eiga at lesa væl á nøktandi stigi, men nógv í dagsins samfelag kann verða lært á annan hátt enn bara við at lesa, sigur Gilje.

Eitt gløgt tilmæli

Marte Blikstad-Balas, professari, heldur, at tilmælið um, at næmingar eiga at lesa meiri á pappíri er gløgt og týdningarmikið.

– Talgildingin hevur gingið við rúkandi ferð í nógvum skúlum, og vit vita, at næmingar bæði nú og í framtíðini tørvar at kunna lesa væl á pappíri og skíggja. Tí mugu vit tryggja, at teir megna at lesa væl bæði á pappíri og skíggja, og tað vil siga, at summir skúlar skulu raðfesta pappír hægri enn teir gera í dag.

Blikstad-Balas, sum er granskari í eitt nú lesing, skriving og talgildum miðlum við Universitetið í Oslo, heldur ikki, at talgildingin einsamøll er orsøkin til, at næmingar stríðast við at lesa.

– Men eg haldi avgjørt, at skjóta talgildingin er ein partur av frágreiðingini. Serliga um vit eisini hava ógvisligu økingina í nýtsluni av skíggjum í frítíðini hjá næmingum við í roknistykkinum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.