Tíðindi

Nærum annar hvør næmingur dugir at svimja áðrenn skúlaaldur

Næmingar í 5. flokki eru spurdir, nær teir lærdu at svimja; 47 prosent siga, at teir lærdu at svimja, áðrenn tey komu í skúla; í Noregi er samsvarandi tal 20 prosent.

15.08.2017

Í Sørvági kunnu tey fegnast um, at mestsum allir næmingarnir í skúlanum duga at svimja longu fyrsta skúlaárið; somuleiðis eru tey so heppin at hava fleiri lærarar við svimjilæraraprógvi og egnan svimjihyl í skúlanum. So væl er ikki statt alla staðni. Tað vísa tøl hjá Svimjisambandi Føroya; tølini eru frá 2011 og vísa, hvussu næmingar í 5. flokki eru fyri at svimja; støðan kann verða broytt síðan 2011, og tí verður kannað aftur komandi ár.

694 næmingar svaraðu kanningini í 2011, og tað svarar til knapt 90 prosent.

Sambært kanningini halda flestu næmingarnir, at talið á svimjitímum er hóskandi (uml 44 %); tó fleiri (34 %) kundu hugsað sær fleiri. Tá ið næmingarnir verða spurdir, hvussu langt teir kunnu svimja uttan flótihjálp, eru tað færri enn 10 prosent, sum klára seg uttan hjálp; 17 og 14 prosent svara ávikavist 200 og 500 m.

Samanborið við næmingar í Noregi og Danmark, so eru næmingarnir í Føroyum ikki líka væl fyri at svimja minni enn 200 m uttan flótihjálp; 20 prosent av næmingunum í Føroym megna hetta, meðan tølini eru ávikavist 30 og 35 prosent fyri Noreg og Danmark. Tá ið talan er um meiri enn 200 m uttan flótihjálp, siga umleið 50 prosent av næmingunum í Føroyum og Noregi, at teir megna tað, meðan talið fyri Danmark er nærum 70 prosent.

Tá ið talan er um at flóta við ongari hjálp, eru næmingarnir í Føroyum og Noregi nærum eins væl fyri; umleið 68 prosent megna hetta.

Næmingarnir eru spurdir, nær teir lærdu at svimja; nógv teir flestu (47 %) siga, at teir lærdu at svimja, áðrenn tey komu í skúla; í Noregi er samsvarandi tal 20 prosent. Sambært tølunum læra nógvir næmingar at svimja í 1., 2. og 3. flokki.

Bara fáir næmingar eru limir í svimjifelag, og bara fáir næmingar halda, at tað er ræðandi at vera í tí djúpa; flestu næmingar kenna seg tryggar í hylinum, og teir flestu gleða seg til at hava svimjing; tó 26 prosent gleða seg ikki. Í Noregi høvdu um 78 prosent av næmingunum í 5. flokki viljað havt fleiri svimjitímar; í Føroyum er samsvarandi talið 62 prosent. Tá ið børnini verða spurd, hvør hevur lært tey at svimja, svara tey flestu bæði í Føroyum og Noregi, at tað er mamman ella foreldrini, og tað var í frítíðini.

Í kanningini verða børnini spurd 20 spurningar, til dømis nær tey lærdu at svimja, hvussu væl tey duga at svimja, hvør hevur lært tey at svimja, hvussu tey tíma at svimja, hvussu ofta tey svimja, ymsu svimjigreinarnar, um tey eru limir í svimjifelag, hvør er við, tá tey svimja í frítíðini, um svimjihylur er í nánd har tey búgva og mangt annað.

Mynd: Jens Mortan Rasmussen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.