Tíðindi

Næmingar seta ovurhonds stór krøv til sín sjálvs

Tað er eingin ivi um, at krøvini eru stór, men mótstøðuførið hjá næmingum í dag samanborið við fyrr er kanska eisini minni. Tað halda skúlavegleiðarar.

24.06.2021

Tina Purkhús og Bergljót Rond, skúlavegleiðarar á Skúlatrøð, eru ikki í iva um, at skúlanæmingurin í dag er ikki tann sami, sum skúlanæmingurin fyri nøkrum árum síðan. Samfelagið og tíðin í dag eru øðrvísi, krøvini nógv størri, møguleikarnir nógv fleiri og avbjóðingarnar nógv størri, og hetta hevur avleiðingar fyri hin einstaka.

- Tað er eingin ivi um, at krøvini eru stór, tað lítisgera vit ikki, men mótstøðuførið hjá næmingum í dag samanborið við fyrr er kanska eisini minni. Fyri nøkrum árum síðan var fyribrigdið skúlaaftran so at siga ikki til; í dag hava vit fleiri næmingar, sum ikki eru í skúla av onkrari orsøk. Næmingarnir við angist eru nógvar ferðir fleiri í dag enn fyri nøkrum árum síðan. Samanborið við fyrr eru tað eisini nógvir næmingar, sum onkursvegna royna at vera ósjónligir í skúlanum, og tá er uppgávan hjá okkum lærarum at fáa eyga á hesar teir og fáa teir við inn í felagsskapin. Eitt, sum eisini er broytt, er, at nógvir næmingar onkursvegna lata seg stýra av kenslum soleiðis, at hava teir tað ikki gott her og nú, jamen, so fara teir heim úr skúlanum, og eftirsum foreldrini eru til arbeiðis, er tað kanska eingin, ið varnast, at næmingurin ger hetta upp í saman. Tað kom ikki fyri á sama hátt fyrr, at næmingar fóru heim úr skúla í úrtíð. Sama er við at tola eitt sindur av mótgangi; gongur einki eftir vild onkran dag, so hugsa teir, at so duga teir einki. Teir seta ovurhonds stór krøv til sín sjálvs alla tíðina at avrika tað besta, teir kunna, og hjá summum kann tað verða ov nógv. Tí royna vit at tosa við tey um, at tað er í lagi at hava ein ringan dag, og tað hava øll av og á, uttan tó at vit niðurtóna krøvini, sum eru í skúlanum. Vit gera næmingunum eina bjarnartænastu at siga við teir, at alt ber til, og at teir kunnu alt, bara teir vilja, tí soleiðis er veruleikin ikki. Ein ringur dagur merkir ikki, at eingin vón er fyri framman; hann merkir bara, at tú kanst royna at gera tað betri næstu ferð, ella finna ein annan hátt at gera tað, ella at tað er okkurt, sum tú skalt læra, fyri at kunna gera okkurt betri.

Lærarar eru í eini tvístøðu, vísa skúlavegleiðararnir á, tí samstundis sum skúlin leggur so stóran dent á tað fakliga og bókliga, og tí teir fáa at vita, at teir mugu hækka fakliga støðið, so er tað ein sannroynd, at tað eru nógvir næmingar, serliga gentur, sum ikki trívast, tí krøvini verða ov stór.

- Hetta er eitt tvíeggjað svørð, tí tað er alt annað enn lætt at hava fakligu krøvini frammarlaga í huga, samstundis sum tú hugsar um, at næmingurin ikki skal fáa strongd av teimum og mistrívast. Hvat tað er, sum ger, at næmingar missa sjálvsvirðið ella trúnna á, at teir duga nakað, er ringt at siga, men idealið um tað perfekta, sum teir síggja á sosialu miðlunum alla tíðina, hevur heilt vist nakað at gera við tað. Tú skalt duga væl í skúlanum, tú skalt hava ein perfektan kropp, tú skalt klára teg væl í ítrótti, tú skalt gera tað og tað í frítíðini, og tú skalt hava tíð og yvirskot til alt; tey seta ógvuliga stór krøv til sín sjálvs.

Les alla greinina í Skúlablaðnum.

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.