Tíðindi

Næmingar kenna ikki trivnaðarætlan skúlans

Eftir happingarkanningina í 2015 varð álagt øllum skúlum at orða eina trivnaðarætlan, sum hevur til endamáls, at allir næmingar trívast. Nýggja kanningin av happing staðfestir, at næmingar kenna ikki trivnaðarætlan skúlans

07.10.2019

Eitt mál hjá Mentamálaráðnum við nýggju kanningini av happing var at fáa at vita, hvørt tiltøkini, sum hava verið sett í verk síðani 2016 at basa happing, hava eydnast ella munað. Tí snúðu nakrir av spurningunum í seinastu kanning seg um kunnleikan til hesi tiltøk og harafturat onnur tiltøk, sum kunnu hugsast at hava ávirkan óbeinleiðis á trivnað og happing í skúlanum.

Ein av fyritreytunum fyri, at átøk virka eftir ætlan, er, at tey, sum átøkini eru ætlað til, hava kunnleika um tey. Hava næmingarnir kunnleika til átøkini, er tað eitt prógv uppá, at tey eru vitandi um, at tað verður arbeitt við viðurskiftunum, t.d. happing, sum aftur kann viðvirka til tryggleika og upplivilsi av at vera tikin í álvara. Tí vórður næmingarnir spurdir eitt nú um trivnaðarætlan skúlans, og um skúlin hevur politikk viðvíkjandi nýtslu av fartelefon.

Næmingarnir eru í tveimum førum spurdir um trivnaðarætlan skúlans. Fyrru ferð verður spurt beinleiðis, um skúlin hevur eina trivnaðarætlan. Størsti parturin svarar, at tað vita tey ikki, tó at 33% vita, at skúlin hevur eina trivnaðarætlan. Seinnu ferð er tað í spurninginum “Hvat ger skúlin við happing”? Tá eru bert 11% (217 næmingar) sum siga, at skúlin hevur eina trivnaðarætlan, ið er við til at basa happing. Hetta bendir á, at næmingarnir, hóast teir vita, at skúlin hevur trivnaðarætlan, ikki fata hesa sum eitt amboð at basa happing.

Sambært Mentamálaráðnum hava nærum allir skúlar trivnaðarætlan. Okkurt bendir á, at næmingarnir ikki eru kunnaðir um trivnaðarætlan skúlans, og at tað verður ov lítið arbeitt við hesum, tá tann trivnaðarætlan, ið møguliga er til, er ókend.

Viðvíkjandi at hava reglur fyri nýtslu av fartelefon, eru tað 88% av næmingunum, ið siga, at teirra skúli hevur ein politikk kring nýtslu av fartelefon. Hetta er eitt sera høgt tal, og vísir, at skúlarnir kring landið eru væl ávegis at skipa ein politikk á hesum øki.

Í kanningini verða næmingarnir spurdir, hvat teir meta skúlin ger við happing. Næmingarnir fáa 15 svarmøguleikar, alt frá at tað onki verður gjørt, til at lærarin tosar við tey, sum verða happað. Svarini, ið næmingarnir geva, vísa, at tað ikki er nøkur avgjørd ella felags meining um hetta mál. Tað er eisini ymiskt, hvat næmingar á teimum ymisku floksstigunum meta.

Tølini vísa, at í 5. flokki, so eru tey flestu (51%) samd um, at tað verður gjørt nógv og tað hjálpir. Í 5. flokki er eisini semja um, at skúlin kunnar, og at lærarnir tosa saman, og tað verða gjørdar avtalur um, hvussu tey skulu gera, um onkur kennir seg happaðan í flokkinum.

Í 7. flokki er eingin markant støða, og tað tykist ikki, sum tey eru sannførd um, at tað verður gjørt so nógv. Tey siga m.a., at tað verður tosað um happing, men tað hjálpir ikki (41%) ella tað verður einki gjørt.

Tá vit koma upp í 9. flokk, er støðan meira greið enn í 7.flokki. 54% av teimum í 9. flokkunum siga, at tað verður einki gjørt, 37% vita ikki, 36% siga at lærarin hevur næmingasamrøður og at lærarin tosar við flokkin, og at tað er troyttandi.

Tað var í mai, at nýggj kanning av happing í 5., 7. og 9. flokki var almannakunngjørd. Úrslitið vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

Les happingarkanningina á mmr.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.