Tíðindi

Næmingar halda, at telefonin er hent í skúlanum

Í Fraklandi hevur stjórnin sett forboð fyri allari nýtslu av telefonum í fólkaskúlum. Tað hevur gjørt spurningin viðvíkjandi telefonnýtslu í skúlum enn meira áhugaverdan, men hvat halda vit í Føroyum um hendan spurningin? Áttu vit at gjørt eins og í Fraklandi? Hvat halda næmingarnir um tað?

10.10.2018

Skúlablaðið hevur fingið fatur á trimum 9. floks næmingum og einum 7. floks næmingi og spurt teir, hvussu tað er við telefonum í skúlanum ella flokkinum, tey ganga í, um teir halda, at telefonir órógva, hvat teir brúka telefonina til og so framvegis.

Janya Rodkongruay gongur í 9. flokki í Skúlanum á Argjahamri á Argjum. Hon sigur, at hon ikki nýtir telefonina so nógv í skúlanum, tí tey bara sleppa at brúka hana í matarsteðginum. Um tey brúka hana í tímanum ella áðrenn, so verður telefonin tikin frá teimum í ein heilan dag.

- Eg haldi, at vit eiga at sleppa at brúka telefonina í tímanum til skúlaarbeiði.

Hon heldur, at tey eisini áttu at sloppið at brúkt telefonina í fríkorterunum, og um tað er neyðugt, eigur hon vera í taskuni ella jakkanum í tímunum. Hon sigur, at telefonin ikki órógvar hennara arbeiðslag, men at sjálvandi er tað ikki gott at vera so bundin at einari telefon.

Andreas Skeel Nolsøe gongur í 7. flokki í Skúlanum á Fløtum. Hann sigur seg brúka telefonina sum oftast í fríkorterinum til snapchat, men eisini í støddfrøði-tímunum sum roknimaskinu. Men vanliga sleppa tey ikki at brúka telefonina.

- Kanska fara vit at sleppa at brúka telefonina; tað órógvar ikki meg, um vit kunnu brúka telefonina, men tað er kanska betri at lurta eftir læraranum enn at vera á telefonunum í tímunum. Eg haldi, at mann átti at lært seg at brúka telefonina minni.

Hann heldur ikki, at mann eigur at nýta telefonina í tímanum, uttan so at lærarin sigur tað. Tá ið Skúlablaðið spyr, hvørjar avmarkingar, hann heldur, at tað átti at verið viðvíkjandi telefonnýtslu, sigur hann, at næmingar áttu at sloppið at nýtt telefonina 15 minuttir av fríkorterinum og síðan 15 minuttir til at sparka, spæla kortspæl o.a.

Olivia S. Hansen gongur í 9. flokki á Skúlanum á Giljanesi. Hon nýtir ikki telefonina serliga nógv í skúlanum, men um so er, so er tað til Snapchat, Instagram ella Facebook. Í hennara flokki sleppa tey als ikki at hava telefon við í skúla, og um tey hava hana við, so verður hon tikin frá teimum. Hon heldur ikki, at tað er gott, tá ið næmingar brúka telefon í tímanum, tí at lærarin hevur brúkt tíð til at fyrireika seg til tíman.

- Um øll bara sita í telefonini, so spilla lærararnir sína tíð uppá at læra teg nakað, sum tú slett ikki lurtar eftir. Telefonir órógva ræðuliga nógv. Tú hugsar altíð um, at kanska onkur hevur sent tær eini boð. Tú hugsar so nógv um tað, og summi hyggja næstan alla tíðina á telefonina, minst fimm ferð innan fyri fimm minuttir.

- Eg haldi, at tað er ótrúligt, at mann ikki kann finna uppá nakað betri at gera enn at bara hyggja í ein skerm allan dagin, og at tey, ið er so bundin, ikki kunnu bíða, til tey eru komin heim úr skúla.

Olivia sigur, at hon heldur tó, at tað er í lagi at nýta telefon í tímunum, um lærarin hevur givið loyvi. Onkuntíð sleppa tey at brúka telefonina til at hyggja inn á Sprotan, um tað eru orð, tey ikki skilja. Tað heldur hon, er góð nýtsla av telefonum.

Olivia fortelur, at fyrr lótu tey telefonirnar inn um morgunin og fingu tær aftur í matarsteðginum og lótu tær síðan inn aftur. Hon heldur, at tað riggaði væl, men tað vóru kortini summi, ið ikki lótu telefonina inn, og tí sleppa tey als ikki at hava telefon við í skúla nú, og tað kann vera ringt hjá teimum, ið búgva langt burtur frá skúlanum.

Gerda Sólsker gongur í 9. flokki í Skúlanum við Løkin. Hon nýtir ikki telefon í skúlatíðini uttan sum hjálparamboð sum t.d. Sprotan. Í hennara skúla er telefonin ikki loyvd í skúlatíðini, uttan so at lærarin gevur loyvi. Tá tey fáa loyvi, sita tey flestu á t.d. Snapchat og Facebook í tímunum, og tað, heldur hon, als ikki er í lagi. Hon heldur, at tað er bara gott, um næmingarnir brúka telefonina sum eitt hjálparamboð í tímunum, t.d. á Sprotanum. Hon heldur, at næmingar skulu bara kunna brúka telefon í tímanum sum hjálparamboð.

Hon heldur ikki, at tað órógvar hennara arbeiðslag, tá ið hon ikki sjálv situr í telefonini, men at tað órógvar tey, sum sita við henni.

- Eg haldi, at tey, ið er bundin at telefonini, áttu at avmarkað sína telefonnýtslu, serliga um tey ganga í skúla, tí telefonin fyllir nógv í einum gerandisdegi.

Tekstur: Guðrið Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.