Tíðindi

Næmingar góðtaka, at teir eru ymiskt fyri fakliga

Í Skúlanum á Fløtum býta tey eldru næmingarnar sundur eftir fakligum eginleikum

27.02.2019

Tað er altíð eitt spenni í einum skúlaflokki millum tann sterkasta og tann veikasta næmingin, og ein tann størsta avbjóðingin hjá lærarum er at «raka» allar næmingarnar. Tað er skjótt, at teir sterkastu næmingarnir fara at keða seg, um tað gongur ov seint, ella teir veikastu næmingarnir blíva óróligir, um teir føla, at uppgávurnar er ov truplar. Í báðum førum gongur tað út yvir læruúrtøkuna.

Hesar støðunar royna tey at avmarka í Skúlanum á Fløtum við at býta eldru næmingarnar sundur eftir fakligum eginleikum. Bæði áttandi og níggjundi flokkur verða býttir sundur í enskum, donskum, føroyskum og støddfrøði. Tey hava royndir við at býta næmingarnar í tveir og eisini tríggjar bólkar, alt eftir hvussu nógvir næmingar eru á teimum ymsu breytunum.

Petur Reinert undirvísir á ítróttarbreytini í Skúlanum á Fløtum, sum hevur grundstig og hástig í løtuni. Vit spurdu hann, hvussu tey finna fram til, hvør skal í hástigsflokkin og grundstigsflokkin. Hann sigur, at avgerðin verður tikin í samspæli við næmingin. Ofta hava tey eina roynd við skúlaársbyrjan fyri at lodda dýpið, men næmingarnir vita ofta sjálvir, hvar teir fáa mest burtur úr.

Avgerðin, at býta flokkarnar upp, byggir í stóran mun á ástøðið hjá Mihaly Csikszentmihalyi, sum vísir á, at tað er møguligt at koma í «flow», um uppgávur eru passaliga avbjóðandi. Hetta ástøðið eru helst flestu lærarar samdir við, men tað er enn ikki vanligt at býta flokkar sundur í Føroyum á henda hátt. Møguliga vilja vit ikki býta næmingarnar sundur í sterkar og veikar næmingar fyri at verja teir, men okkurt bendur á, at tað ikki nýtist at verða ein trupulleiki. 

Petur greiðir frá, at tá tey byrjaðu við hesum leisti í gamla Kommunuskúlanum fyri tíggju árum síðan, vóru tey bangin fyri, at prátið millum næmingarnar fór at vera um «nørdaflokkar» og «sibbaflokkar», men soleiðis hevur tað slett ikki verið.

- Næmingarnir góðtaka, at teir hava ymiskar fakligar eginleikar, og teir brúka tað ikki ímóti hvørjum øðrum á nakran hátt.

Grundstigsflokkurin hevur vanliga fæst næmingar. Øll skulu ígjøgnum tað sama pensumið, og endaligu royndirnar eru tær somu, men av tí at normeringin er betri í grundstigsflokkinum, fáa lærararnir tíð til at taka afturíaftur í størri mun. Petur merkir eisni, at tað er lættari fyri næmingarnar í grundstigsflokkinum at spyrja spurningar, tí at teir vita, at øll, ið eru í flokkinum, eru í somu støðu sum tey sjálv. Tað er tó ikki soleiðis, at býtið bara hjálpir teimum veiku næmingunum.

- Teir sterku næmingarnir sleppa í nógv størri mun at arbeiða við einari ferð, sum passar teimum, og tað bøtir bæði um trivnaðin og motivatiónina, og tað hevur við sær góð faklig úrslit, vísir Petur Reinert á at enda.  

Tekstur: Poul Arni Jensen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.