Tíðindi

Næmingar ganga høgt upp í First Lego League

Tey hava arbeitt við hesum í langa tíð, tey flestu eru nokk byrjað so smátt beint eftir summarfrítíðina, og síðstu vikurnar hava tey verið í skúlanum til langt út á kvøldarnar fyri at fáa alt liðugt.

13.11.2018

Árliga First Lego League-kappingin varð hildin í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 10. november. Hesar kappingar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000, og Føroyar vóru á fyrsta sinni við í 2006. Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði, umframt at stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.

Evnið hesaferð var rúmdin. Uppgávurnar í kappingini fevna um at gera ein robott, sum megnar nakrar ávísar uppgávur, at gera ein framsýningarbás og eina framløgu.

Børnini hava gingið sera høgt uppí kappingina og hava arbeitt við hesum í langa tíð. Tey flestu byrjaðu nokk beint eftir summarfrítíðina, og síðstu vikurnar hava tey verið í skúlanum til langt út á kvøldarnar fyri at fáa alt liðugt. Foreldur hava eisini stuðlað m.a. við at hava verið hjá næmingunum, tá tey hava arbeitt eftir skúlatíð, syrgt fyri mati á skúlanum o.s.fr. Og hetta hevur sanniliga eisini kravt nógv av lærarunum, sum hava lagt stóra orku í, og hava nýtt nógv av síni frítíð til, at børnini kunnu vera við í kappingini. So hetta er nakað, sum krevur, at bæði lærarar og foreldur eru stuðlandi, umframt at kappingin krevur nakað av næmingunum. Uttan iva er ein slík kapping góð fyri samanhaldið í flokkinum, tí her er brúk fyri øllum, og allir næmingar sleppa at seta sín dám á. Tey eru noydd at arbeiða saman sum eitt lið, eisini tey, sum kanska dagliga ikki eru nógv saman, og finna fram til eitt felags úrslit.

Hesaferð vóru umleið 120 børn við, deild út á 12 lið. Børnini møttu longu kl. 7.45 at seta básarnar upp og gera klárt. Básarnir vóru avbera flottir, børnini høvdu nýtt síni kreativu evni og gjørt nógv burturúr. Øll høvdu ymiskt at vísa fram, umframt at tey bjóðaðu okkurt leskiligt. Framløgurnar byrjaðu longu kl. 8.30, og tær vórðu skipaðar á tann hátt, at eitt lið í senn fór inn í eitt rúm saman við dómarunum at leggja fram. Framløgurnar vóru ikki fyri almenninginum, bert fyri dómarunum.

Kl. 10 var sjálv setanin, og hesaferð var tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum setti First Lego League. Setanin byrjaði við at eitt og eitt lið komu inn á pallin, frásøgumaðurin segði so, hvørji tey vóru, og hvar tey komu frá. Hetta var ein stuttlig løta, liðini høvdu gjørt bannarar, vóru í lið-blusum og vóru ordiliga festlig, tá tey komu inn. Man merkti, hvussu nógv tey hava glett seg til kappingina.

Eftir setanina byrjaði robottkappingin, her sluppu tveir næmingar úr hvørjum bólki at kappast við sínum robottum. Robottkappingin var sera spennandi, bæði hjá teimum, sum kappaðust og hjá floksfeløgum og áskoðarum. Robottkappingin varð skipað soleiðis, at øll liðini kappaðust tvær ferðir á tveimum ymiskum forðabreytum. Eftir at øll liðini høvdu kappast á báðum forðabreytunum, vóru stigini tald saman. Tey 8 liðini, sum høvdu flest stig, komu so víðari til eitt finaluumfar. Her kappaðust øll liðini enn einaferð, og so komu fýra tey fremstu í sjálva finaluna. Tað var fantastiska stuttligt at síggja samanhaldið, hvussu røsk børnini vóru at heppa, og eisini stuðla hvørjum øðrum, tá tað ikki gekk sum ætlað.

Seks steyp vóru latin hendan dagin:

Vinnarar av Robottkappingini vóru Lego-meistararnir úr Leirvík. Tey fara víðari til Skandinavisku First Lego League kappingina, sum verður í Oslo 1. desember.

Annað plássið í robottkappingini fingu Lego Legends úr Skúlanum á Argjahamri.

Steyp fyri tøkni varð handað Lego Lightning úr Skúlanum á Argjahamri.

Steyp fyri verkætlanina varð latið Rocket League úr Sands Skúla.

Steyp fyri marknaðarføring varð latið Apollo úr Skúlanum av Fløtum.

Steyp fyri kjarnuvirðir varð latið Lego Panda úr Skúlanum av Fløtum.

Alt í alt ein sera góður dagur. Og sum fyriskipararnir søgdu, tá tiltakið byrjaði: Øll sum vóru við hendan dagin eru vinnarar, tí tað krevur nógv at vera við til eina slíka kapping. Og lítið er at ivast í, at hetta er sera gevandi og læruríkt, bæði fyri næmingar og lærarar, og at áhugi verður kveiktur fyri at arbeiða á hendan hátt.

Tekstur og mynd: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.