Tíðindi

Námsætlan um kvæðaundirvísing til hoyringar

Námsætlan í kravda undirvísingarevninum kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi send til hoyringar.

10.04.2024

Nám arbeiðir eftir áheitan frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við at dagføra námsætlanirnar í føroyska skúlaverkinum. Í hesi atløgu verður ein námsætlan løgd út til almenna hoyring:

Kvæðamentan, kvøðing og føroyskur dansur 1-9

Tilhoyrandi leiðbeining er eisini tøk til kunningar. Leiðbeiningin verður dagførd samsvarandi møguligum broytingum í námsætlanini, tá hoyringin hevur verið.

Námsætlanin er knýtt at støðisnámsætlanini, sum kom í gildi 1. august 2023.

Hoyringarsvar skulu verða send á nam@nam.fo í seinasta lagi týsdagin 7. mai 2024.

Kelda: https://namsaetlanir.fo/namsaetlanartidindi/namsaetlan-til-hoyringar?fbclid=IwAR05rnaX9fl87PW8h9eGbkExujop78p0NmmLPTUYq0n5kQCMT6QiErzPlsM_aem_AU4eso5asZsiDLduVOwxM4CurErPdoI8sjGStvoymkmez1OXPI1m9KCrkj9TQQw9EkaoVSnaX0V1YjjNxNBDiicg


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.