Tíðindi

Nám X hevur ongantíð áður havt so nógvar næmingar

Við ársbyrjan byrjaðu 240 næmingar á Nám X, sum er 10. flokseindin í Tórshavnar kommu.

17.04.2024

Slagorðini hjá Nám X er frálæra, samanhald og upplivingar. Árið er, siga tey, ikki endin á fólkaskúlanum, men byrjanin til virkna lívið, har dentur verður lagdur á samanhald, virðing, tolsemi og álit. Hetta skal alt samanlagt vera við til at menna næmingarnar bæði fakliga og sosialt.

- Nám X er eitt skúlatilboð væl staðsett í Eysturskúlanum, har næmingarnir fyrst og fremst gera tað, teir hava áhuga fyri. Við 16 ymiskum valmøguleikum velja allir næmingarnir seg inn á tvær høvuðsbreytir við 10 tímum hvør. Síðani velja teir aftrat breytunum ímillum tær átta lærugreinarnar, sum eru á hvørjari breyt, og kunnu blanda eftir áhuga. Tað vil siga, at tað í grundini eru líka nógvar tímatalvur, sum tað eru næmingar, sigur Joan Samuelsen.

- Næmingarnir eru í skúla minst í 28 tímar um vikuna. Tað vil siga, at tey hava 20 tímar á breytunum, og harumframt velja tey átta tímar í vallærugreinum so sum føroyskt, enskt, støddfrøði, tilvera og hugaítrótt. Úrvalið av lærugreinum veldst tí um, hvat næmingarnir sjálvir velja. Hetta skúlaárið mennast og broytast næmingarnir nógv, og ikki minst verður fakliga forvitnið stimbrað.

Undirtøka millum næmingarnar fyri Nám X er so góð, at tey ongantíð fyrr hava bjóðað so mongum næmingum vælkomnum sum í 2023. Við ársbyrjan byrjaðu 240 næmingar á Nám X.

Nám X er ikki er endin á fólkaskúlanum, men byrjanin til virkna lívið, leggur Joan Samuelsen dent á. Í tí liggur, at næmingarnir fáa førleikar, sum gera, at tey helst velja rættari, tá ið tey skulu fara víðari í útbúgving og arbeiði.

- Vit merkja væl, hvussu nógv næmingarnir broytast hetta skúlaárið. Næstan uttan undantak siga næmingarnir sjálvir, at hetta var teirra besta skúlaár. Grundgevingarnar eru fleiri, men serliga er orsøkin til góða trivnaðin sjálvt skúlatilboðið, sum ikki er siðbundna tímatalvan, sum alsamt skiftir við hópin av tímum, sum verða avbrotnir.

- Her fáa næmingarnir endiliga møguleika at koma í ”flow”, tí tímarnir eru samanhangandi, og teir sleppa at vera kreativir. Vit eiga óivað oftari at minna okkum sjálv á, at vit so sanniliga læra við hondunum, røddini, við kroppinum og øllum tí, vit eru. Tá vit eru virkin, læra vit minst líka nógv, sum tá ið vit sita við bókini. Til dømis um tey fara á flot ella taka upp eplir. Tí koma breytirnar her veruliga til sín rætt.

Samstundis vísir Joan Samuelsen á, at áðrenn Tórshavnar kommuna fór at bjóða ungum Nám X sum skúlatilboð, var fráfallið av elstu næmingunum hvørt ár umleið 60 %. Í dag er fráfallið eini 12 %.

- Um vit leita eftir orsøkini til økta næmingatalið, so finna vit hana óivað í, at næmingarnir sleppa at gera ymiskt, sum teir ikki fyrr hava roynt. Teir koma í nýggjar og víðari karmar enn teir, næmingarnir kenna frá undanfarnum skúlaárum. Nú hava teir endaliga prógvið, so høvuðsdentur verður her lagdur á at royna seg á øðrum økjum enn bara tí fakliga.

Brot úr longri grein í Skúlablað nr 2, sum Tóra við Keldu hevur skrivað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.