Tíðindi

Nám sóknast eftir námsráðgevum

Sunnudagin er freistin úti at søkja starvið sum námsfrøðiligur serfrøðingur og størvini sum námsráðgevar í fólkaskúlanum

17.08.2018

Starvið sum námsfrøðiligur serfrøðingur er endurlýst, tí ov fáar umsóknir komu fyrru ferðina lýst var. Í starvslýsingini stendur, at sóknast verður eftir dugnaligum og ágrýtnum námsfrøðiligum serfrøðingi, sum við innliti og hegni skal seta námsfrøðiligu menning fólkaskúlans á breddan. Serfrøðingurin skal vera við til at lyfta og stimbra skúlan námsfrøðiliga og fakliga og saman við stjóranum á Námi menna eina ráðgevaskipan til skúlaverkið. Í fyrstu atløgu til fólkaskúlan og síðan eisini til dagstovnaøkið og skúlaverkið í síni heild. At vera við til at viðgera og gera tilráðingar um dagføringar í námsætlanunum verður eisini partur av arbeiðinum. Fyribils er starvið tíðaravmarkað til 31. juli 2021.

Umframt sóknast Nám eftir námsráðgevum til fólkaskúlan, tað sum fyrr æt lærugreinaráðgevar. Í starvslýsingini stendur, at málið er at byggja upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður tí eisini partur av tvørgreinaligum samstarvi. Í fyrstu atløgu verður søkt eftir ráðgevum í lærugreinunum føroyskum og lesimenning, náttúruvísindaligum lærugreinum, í fyrstu atløgu støddfrøði, handaverki og list og síðan fremmandamálum.

Væntað verður av námsráðgevunum, at teir fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga Norðurlondum. Ráðgevin skal virka fyri at menna námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum. Umframt skal ráðgevin ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herundir ráðgeva uppgávunevndum.

Freistin at søkja størvini er úti sunnudagin; til ber at lesa starvslýsingarnar á snar.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.