Tíðindi

Norðurlendingar hittust á legu í FabLab í Vági

Fyrst í januar var sonevndur norðurlendskur Bootcamp á fabLab í Vági.

31.01.2023

Hetta er 10. ferðin, at norðurlendskur Bootcamp er, og tað er fjórða ferðin, at vit eru við, sigur Tina Grønbech Tausen, leiðari á FabLab í Vági; hon leggur afturat, at fyri sjey árum síðani var legan eisini í Føroyum.

Tvey FabLab eru í Føroyum. Tað fyrsta kom á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, og tað seinna er í Vágs Skúla.

Hetta var størsta legan higartil, og luttakarar komu úr Føroyum, íslandi, Danmark, Grønlandi, Noreg, Svøríki og Finnlandi. Hesi umboðaðu 12 FavLab verkstovur.

Umfamt luttók eisini Navid O’Lari við. Hann er sonevndur fabLab fjeppari í Belgia, sum í fleiri umførum hevur veið knýttur at FabLab í Vági.

Ein grundarsteinur í FabLab hugsjónini er, at ein eigur at læra onnur tað, ið ein kemur fram til, og at vitan eigur at fara í umferð millum ymsu verkstovurnar kring heimin.

Evnið á leguni var mentan og list, og støði varð tikið í føroyskari mentan, og hetta snúði seg í høvuðsheitum um náttúru, mat, ymisk ráevni og dans.

Eisini var á skránni, hvussu ein arbeiðir í skúlahøpi við Fablab, og luttakararnir høvdu fyrilestrar og leiddu verkstøð, har hinir luttakararnir sluppu at royna seg. Til dømis sluppu útlendsku luttakararnir at arbeiða við og gera lutir úr hornum og ull av seyði, og hetta var undir kønari føroyskari leiðslu.

Hesar legurnar eru hvørt á í januar, og tá FabLab í Vági – í kapping við onnur - við leguna í 2022 bjóðaði seg fram sum vertur í 2023, fall valið beinanvegin á FabLab í Vági, sigur Tina Grønbech Tausen.

----

“Eg fekk møguleika at luttaka á ymiskum verkstovum og at vera við til fyrilestrar, sum vóru á ársins Bootcamp. Verkstovurnar vóru á rættiliga ymiskum støði, so tað var okkurt til øll, nýbyrjarar og tey meiri royndu. Tað mær dámdi best, vóru verkstovur, ið eg meti kunnu gerast aftur saman við næmingum her á skúlanum. Eisini fekk eg íblástur frá teimum sum arbeiða við Fablab inni á skúlum runt í Norðurlondum, og fekk møguleika at spyrja, hvussu tey skipa undirvísingina innan Fablab”. 

Irena Manbjørnsdóttir Eidesgaard, luttakri, lærari við Vágs skúla.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.