Tíðindi

Norðurlendsk bókmentavika 2019 nærkast í stórum!

Undir yvirskriftini «Hátíðarhald í Norðurlondum» verður Norðurlendska bókmentavikan hildin fyri 23. ferð. Sløkkið elektriska ljósið, tendrið livandi ljós og verið við í felags upplivingini, tá lisið verður upp fyri fleiri enn 150.000 áhoyrarum um øll Norðurlond mánadagin 11. november.

4. november 2019

Ársins bøkur til upplesturin

Brot úr «Veitslan hjá Babettu» (Babettes gæstebud) eftir Karen Blixen, og sum Kirsten Brix hevur týtt til høvið, er saman við barna- og ungdómsbókunum «Pippi heldur føðingardag» eftir Astrid Lindgren og «Heimurin hjá Suffíu» hjá Jostein Gaarder, tekstirinir, ið valdir eru at lesa upp í ár.

Meginfeløg Norrønu felaganna stendur fyri verkætlanini, ið fer fram í viku 46 á hvørjum ári, og feløgini styðja á henda hátt upp undir bæði upplestur, norðurlendskar bókmentir umframt norðurlendskt frásøgukynstur. Árið í ár er heilt serligt, tí í ár kunnu norrønu feløgini í Danmark, Noregi og Svøríki hátíðarhalda 100 ára stovningardag sín. Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar verkætlanini, meðan bókasøvn, skúlar og aðrir stovnar skapar karmarnar. Samskiparabólkurin hjá norðurlendsku bókmentavikuni, ið hevur umboð úr øllum Norðurlondum, velur bøkurnar.

Kom og ver við í viku 46 í november! ”Tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit livandi ljós og lesa eina søgu” er slagorðið handan tiltakið.

Vilt tú vita meira? Les http://www.nordisklitteratur.org fá meiri at vita. Har ber eisini til at tekna seg til luttøku, sum er bæði ókeypis og óbindandi.

Norðurlendsk bókmentavika og Norrøna felagið í Føroyum

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.