Tíðindi


NFSP-ráðstevnan nærkast við rúkandi ferð

Hetta er fyrstu ferð, at NFSP ráðstevnan er í Føroyum. Andrea á Ríðuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

9. juli 2018

Eg havi fyrr skrivað um ráðstevnuna, sum NFSP skipar fyri. Nú eru vit komin so mikið áleiðis, at tíð er at seta X í kalendaran komandi ár. Ráðstevnan verður hildin 25.-27. apríl 2019. Vit, sum sita í fyrireikingarbólkinum, eru sera spent, tí vit kunnu bjóða eina fjøllbroytta og spennandi skrá, har bæði føroysk og útlendsk nøvn koma higar at deila sína vitan og sjónarmið.

Sum sagt, so er hetta ein norðurlendskur felagskapur, so vit hyggja fyrst og fremst eftir, hvat okkara grannalond hava at bjóða. Samstundis sum tað skal hava eitt norðurlendskt íslett, so er týdningarmikið, at tað er viðkomandi fyri okkum í Føroyum. Ikki bert fyri fólkaskúlan, men fyri øll, ið arbeiða við børnum og ungum. Tað er nú soleiðis, at NFSP er norðurlendska samstarvð innan serøkið, men tað merkir ikki, at ráðstevnan bert er fyri tey, ið hava onkra serútbúgving innan serøki, men at hon er fyri øll.

Vit kenna øll til, at tá man arbeiðir við børnum og ungum, so hava tey ymiskar avbjóðingar, sum tey, ið eru kring børnini, mugu gera sítt besta at hjálpa við. Børn við avbjóðingum eru allastaðni, eisini har ongin við serútbúgving er. Tí er umráðandi at fáa sær vitan, har vitanin er, tá er ein ráðstevna av hesum slag sera viðkomandi. Ikki bert tí hon hevur fakligt innihald, men tí at har er møguleiki at hitta onnur, við somu áhugamálum.

Hetta er fyrstu ferð, at NFSP ráðstevnan er í Føroyum, hon er nr. 31 í røðini, so vit eru sera errin, at vit endiliga eru komin hartil, at vit bjóða okkum fram sum fyriskiparar og vertir.

Henda greinin kann ikki skrivast uttan onkran brellbita, sooooo nøkur av nøvnunum eru:

Mads Johan Øgaard (NO), Brian Degn Mårtenson (DK) og Niina Junttila (FI). Hetta eru nøvn, sum okkara grannar halda eru sera spennandi og viðkomandi fyri høvuðsyvirskriftina, ið er sálarheilsa. Hetta er eitt evni, ið hevur verið sera nógv frammi, síðan vit byrjaðu okkara fyrireikingar, men sum enn tolir at koma undir sjóneykuna, tí tað er so týðandi partur av okkara arbeiði. Vit hava nógv børn og ung, ið enn stríðast við avbjóðingar og avleiðingarnar av sínum avbjóðingum.

Ráðstevnan er á norðurlendskum máli, við fakligum og persónligum innihaldi. Vit, sum eru í fyrireikingarbólkinum, gleða okkum at bjóða so nógvum sum gjørligt vælkomnum til móttøku 25. apríl og á sjálva ráðstevnuna 26.-27. apríl 2019.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.