Tíðindi

NFSP ger klárt til ráðstevu í Føroyum

Evnið á stevnuni í Føroyum er sálarheilsa. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

29.12.2017

NFSP (Nordiska Forbundet for Specialpædagogik) hevur ráðstevnu triðja hvørt ár. Hendan ráðstevnan er ætlað okkum, ið arbeiða við børnum og ungum, alt frá vøggustovu til studentaskúla. NFSP kann hátíðarhalda sín 100 ára dag í næstum, og á fyrsta sinni verður ráðstevnan hjá felagsskapinum í Føroyum. Ráðstevnan verður hildin í apríl í 2019.

Í novembur hevði NFSP stýrisfund. Stýrið er farið undir fyrireikingarnar til ráðstevnuna. Evnið á stevnuni í Føroyum er sálarheilsa. Sálarheilsa er eitt stórt øki, men vit í fyrireikingarbólkinum, saman við stýrinum, ynskja at fáa stevnuna í Føroyum so áhugaverda og viðkomandi, sum til ber.

Í sambandi við stýrisfundin hjá NFSP vóru vit so heppin at verða boðin á skeið hjá Danmarks forening for specialpædagogik. Á hesum skeiðinum fingu vit vitan um angist hjá ungdómi, sum sjálvsagt hevur stóra ávirkan á sálarheilsuna. Har fingu vit innlit í ungdómslívið, verkætlanina “SKULK”, angist hjá børnum og ungum, og at enda vóru framløgur um, hvussu tey hava arbeitt við børnum og ungum, ið hava havt ella framhaldandi hava skúlatrupulleikar.

Tað er eingin loyna, at vit liva í eini tíð, har børn og ung hava heilt aðrar møguleikar, enn vit vaksnu høvdu, tá ið vit vuksu upp. Tíverri hava hesir víðkaðu møguleikar eisini vansar við sær. Vit gerast varug við alt fleiri børn og ung, ið av ymsum orsøkum stríðast við angist. Ein partur av angist er íborin og er tí skilagóður at hava, men tá ið angistin fær valdið og forðar okkum í at liva, sum vit ynskja, gerst tað ein trupulleiki. Angist hevur stóra ávirkan á sálarheilsuna; tí er hetta evnið viðkomandi fyri ráðstevnuna, sum verður í Føroyum.

Lise Andersen, sálarfrøðingur, vísti á, at vit møta alt fleiri børnum og ungum, ið ikki duga at avlesa andlitsbrøgd. Hetta kann vera avleiðing av, at bæði børn, ung og vaksin brúka meira tíð til at avlesa skermar, enn at hava fysisk sambond. Hon vísti eisini á, at bæði í barnagørðum og skúlum verður oftari tørvur á undirvísing í “stig fyri stig” og øðrum líknandi.

Lukkutíð duga vit betur at síggja tørvin hjá einstaka barninum, og vit vilja hjálpa og vegleiða, heldur enn at tillaga barnið. Hetta kann tó vera avbjóðandi og trupult. Angist, harðlig atferð, frástøða og mangt, mangt annað er at síggja hjá børnunum, og tað kann vera ómetaliga trupult at finna út av, hvussu vit hjálpa hesum børnum og ungu.

Í Danmark hava tey royndarkoyrt verkætlanina, “SKULK”, har tey arbeiddu við børnum, sum av ymiskum orsøkum ikki megnaðu at koma í skúla. Endamálið var at fáa børnini aftur í flokkin og at trívast saman við floksfeløgunum. Hesi børn høvdu ymiskar avbjóðingar, og verkætlanarbólkurin royndi ymiskt fyri at hjálpa einstaka barninum. Hetta var áhugavert, men eisini trupult. Í summum førum eydnaðist arbeiðið væl, og í onkrum føri minni væl ella als ikki.

Ein av grundarsteinunum undir sálarligari heilsu er at hoyra til. Tí hevur tað týdning, at vit kenna okkum sum ein part av tí bólki, vit eru í, bæði í barnagarðsstovu, skúlaflokki og í studentaskúla. Um vit ikki kenna okkum sum ein part av bólkinum, hava vit hug at taka okkum burtur frá honum. Tí hevur hetta arbeiðið alstóran týdning, og vit mugu útbúgva okkum sum best á hesum øki. Ráðstevnan hjá NFSP verður ein góður møguleiki hjá okkum, ið arbeiða við børnum og ungum, at leita okkum vitan á hesum øki.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.