Tíðindi

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna

Er tað týdningarmikið at náa tað, ið ikki er nátt sambært ársætlanini? Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

14. apríl 2020

Í hesum koronatíðum er nógv hjá lærarum at fyrihalda seg til. Ikki nokk við, at man skal undirvísa í fjarstøðu, men man skal eisini finna eina javnvág millum, hvat er passaligt hjá næmingum at gera, og hvat møguliga er ov nógv ella ov lítið. Kanska eru uppgávurnar ov torførar, kanska fáa næmingarnir ikki neyðugu hjálpina, antin tí foreldur ikki megna uppgávuna, ella tí tey ikki vita, hvussu tey skulu gera. Nú er so avgerð tikin um, at forskúli og fyrsti til triði flokkur byrjar aftur í skúla 20. apríl. Hetta er sjálvandi ein politisk avgerð, sum skúlaverkið má fyrihalda seg til. Tað fara at vera stórar broytingar í gerandisdegnum hjá fleiri. Størsta avbjóðingin er nokk: hvussu møta vit næmingunum best, uttan at seta okkum sjálv og tey í smittuvanda.

Tað eru tó ikki allir næmingar, ið skulu fysiskt aftur í skúla, 4. til 10. flokkur skal hava fjarundirvísing, tíbetur er eisini tíð sett av til at fyrireika og eftirmeta tað arbeiði, ið longu er gjørt á hesum økinum. Tað eru stórar avbjóðingar við at undirvísa í fjarstøðu, vit hava hoyrt um fleiri skúlar, har hesin parturin hevur gingið framúr væl, og tað er gott, men tað eru eisini skúlar, ið ikki hava møguleika fyri at fáa næmingarnar á tal. Hvussu skal tað loysast? Øll henda fjarundirvísing leiðir mínar tankar til, hvat vit halda er týdingarmikið at læra/leggja dent á í tí tíðini, ið vit hava eftir av hesum undirvísingarárinum. Er tað týdningarmikið at náa tað, ið ikki er nátt sambært ársætlanini? Eru aðrar leiðir at ganga, so sum at halda lærdar førleikar við líka? Hetta eru alt spurningar, ið neyðugir eru at taka upp eftir páskir. Tað er týdningarmikið, at lærarin ikki situr einsamallur við teimum ivamálum, ið eru. Ongar próvtøkur ella landsroyndir vera í ár, tað hjálpir sjálvandi um trýstið, ið fleiri lærarar hava kent, men árið er ikki liðugt enn.

Lærarin er hornasteinurin í arbeiðinum at leggja til rættis restina av skúlaárinum, vónandi verða dagarnir eftir páskir ikki bert nýttir til at tosa um fysiskar karmar, men eisini um innihald.

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, tað er so satt, sum tað er sagt. Vit fara øll at koma ígjøgnum hesa tíðina, vit fara øll at hava lært nakað, kanska ikki akkurát tað, vit ætlaðu, men hvat um tað! Eg fari at ynskja øllum lærarum góða eydnu við framhaldandi arbeiðinum, sjálvt um tað er nakað skert. Tað er gott at vita, at lærarar gera sítt ítasta og enntá ganga leiðir, ið teir ikki sóu fyri sær.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.