Bloggur

Nakrir tankar hendan seinasta bloggin

Guri Tórsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar

07.12.2017

Herfyri fór ein sera dugnaligur, hugkveikjandi og fyri meg nærlagdur persónur. Hesin persónur spældi ein týdningarmiklan leiklut í míni fatan av, hvussu eg skilti mín egna leiklut sum lærari og persónur, ella hvussu eg sjálv ynski at vera og verða fatað. Enn eri eg tó langt frá liðugt stoypt og verði tað vónandi ongantíð. Hvønn dag loyvi mær sjálvari at seta tíð av at hugsa um dagin sum fór. Bara eina lítla løtu at grunda um dagin. Hvat hevði týdning, og hvat hevði minni týdning? Hvat gjørdi eg gott nokk, og hvat kundi eg gjørt betur? Onkuntíð ynski eg at gera eina hundans rúgvu við alt møguligt, men onkuntíð vil eg bara eygleiða, lurta, læra, taka til mín og skilja.

“Eg eri ikki gjørdur til skúlan,” segði ein eitt sindur óróligur næmingur einaferð við meg. “Hví sigur tú tað,” spurdi eg. “Tí tað veit eg bara – eg dugi ikki at sita í frið.” Og ja, hann dugdi ikki serliga væl at sita í frið, men at hann ikki er gjørdur til skúlan, vil eg helst ikki vera samd í, tí skúlin er jú fyri øll! Eisini tey, sum fáa ilt í bibbur og hárrøtur, tá tey sita ov leingi still. Sami næmingur dugdi við einum skálkabrosi og skemti at føra seg fram og hevði eina lítla framløgu til eina Oscar-virðisløn. Hann kendi sera væl uppgávuna, hann megnaði bara ikki at fylgja henni frá a - oy. Og so eru tað næmingar, ið ikki megna trýstið vit áleggja teimum, tá talan eru um royndir og framløgur av størri og minni slagi. Kanska vit skulu leggja enn størri dent á at læra næmingar at standa fram?

Herfyri koyrdi eitt sjónbandabrot runt á sosialu miðlunum, har kendir føroyingar í smáum brotum søgdu frá, hvørjir lærarar høvdu havt serliga góða ávirkan á skúlagongd teirra. Eg spurdi so míni egnu børn tað sama. Meðan eitt teirra helt, at kreativi vinkulin, sum ein av lærarunum hevði, hevði allarstørsta týdning um góðar og læruríkar skúlaløtur, søgdu hini bæði, at teir lærarar, sum tey høvdu havt í longst tíðarskeið, høvdu størsta týdning, tí tað var har, tey kendu seg tryggast. Tað svarið kom eitt sindur óvæntað á meg, tí eg í míni egnu skúlatíð minnist allarbest til tær heilt fáu løturnar, tá ið vit fingu møguleikan at vera í kreativum umhvørvi.

Tað hevur verið hugaligt og hugnaligt at sett orð á nakrar av tonkum mínum hetta seinasta árið, eg havi bloggað fyri Skúlablaðið og nú er hetta so seinasti bloggur. Læruríkt og ikki sørt avbjóðandi.

Hvat komandi ár ella framtíðin hevur at bjóða, veit eg av góðum orsøkum ikki, men hugurin til læraralívið og hugurin at fevna hvønn dag við allarbestu vónum er eitt endamál í sjálvum sær – ein drívmegi.

Gleðilig jól og eitt vónríkt 2018!

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.