Tíðindi

Nýggja ráðið fyri gransking fer at seta ferð á gransking í útbúgvingar- og skúlaviðurskiftum

Í mai mánaði í ár var ein stórnevnd sett oman fyri øll granskingarráð. Stórnevndin, sum eitur Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, hevur til endamáls at hava yvirskipaða yvirlitið yvir allari gransking. Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, væntar, at ráðið fer at seta ferð á gransking, eisini gransking í útbúgvingar- og skúlaviðurskiftum.

29.08.2022

Søguliga hevur sera lítið verið granskað í viðurskiftum í útbúgvingar- og skúlaviðurskiftum í Føroyum. Seinastu 20 árini hevur Granskingarráðið játtað fleiri enn 200 verkætlanum granskingarstuðul. Av hesum snúgva bara 5 verkætlanir seg um skúla- og útbúgvingarviðurskifti. Jenis av Rana roknar við, at nýggja ráðið, Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, fer at slóða fyri, at tað verður granskað meiri – eisini í skúlaviðurskiftum. Ráðið ráðgevur Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikkin, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

- Hetta ráðið er komið, tí vit hava fingið nýggja granskingarlóg. Har leggja vit upp til, at øll ráðini seta pening av til gransking, ikki bara Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum tað hevur verið higartil. Hetta fer at gera, at øll øki verða ment við gransking, eisini útbúgvingarøkið. Yvirskipaða yvirlitið, sum nýggja granskingarráðið fer at hava, fer eisini at gera, at vit fáa eyga á viðurskifti, ið eiga at verða granskað og kannað nærri.

- Vit kunnu ikki lata eyguni aftur fyri, at rákið í samfelagnum skapar trupulleikar og avbjóðingar. Tað eru ov nógv børn, sum ikki hava tað gott í fólkaskúlanum. Nógv børn orka ikki at ganga í skúla, og hvør er orsøkin til tað? Krevja vit ov nógv av okkara børnum? Sleppa tey ikki at mennast, soleiðis sum tey eiga, og sum býr í teimum? Stýra vit børnunum ov nógv? Hetta eru alt spurningar, sum eiga at verða kannaðir og granskaðir.

Í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan sita Annika H. Davidsen, ph.d. í sálarfrøði, Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum, Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, og Tórheðin J. Jensen, DBA. Tórheðin J. Jensen er formaður.

Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.

Nærum um somu tíð, sum nýggja Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan var skipað, skrivaðu Føroyar og ES undir nýggjan sáttmála, Horizon Europe, um fjøltáttað samstarv. Sáttmálin gevur Føroyum møguleika at gerast partur av teimum samstarvsætlanum hjá ES, ið loyva atlimaskap fyri lond uttan fyri ES.

- Hesin sáttmálin letur eisini upp fyri møguleikum, eisini á skúlaøkinum, sigur Jenis av Rana.

Horizon Europe er rammuskráin hjá ES fyri gransking, menning og nýskapan, galdandi fyri árini 2021-2027. Skráin, sum setur tvørfakligar loysnir og altjóða samstarv í hásæti, er ein stuðulsskipan fyri fría gransking, granskaraflytføri, strategiska gransking og nýskapan. Skráin byggir á úrslitini úr Horizon 2020 og er skipað á sama hátt við útboðum, sum eru í samsvari við politisku málsetningarnar hjá ES.

Umframt at vera partur av gransking kunnu skúlar søkja Uttanríkis- og mentamálaráðið um at sleppa undir royndar- og menningarvirksemi í trý ár. Seinnu árini hava verkætlanirnar verið málrættaðar til fimm úrvald øki, sum landsstýrismaðurin hevur valt, og tey eru trivnaður, skúlanoktan, samstarv millum lærarar, kt og handaligar lærugreinir.

- Hetta er ein umskipan, at játtað verður stuðul til útvald øki, og at tað verður kravt av teimum, sum fáa játtað stuðul til royndar- og menningarvirksemi, at tey skulu skjalprógva tað, sum kemur burturúr og leggja tað fram.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.