Tíðindi

Nógvir skúlar spyrja um happing

– Vit fáa javnan og lutfalsliga nógvar fráboðanir frá skúlum í Føroyum um happing og fyrispurningar um, hvussu happing kann basast. Tað vísir, at tørvur er á eini verkætlan sum Betri vinir, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

08.05.2023

Betri vinir eitur verkætlan, sum Nám og Barnabati samstarva um.  

Endamálið við verkætlanini er at fyribyrgja happing millum børn og geva lærarum og námsfrøðingum góð amboð og førleikar at varnast og fyribyrgja happing.  

Sambært Djóna Eidesgaard, sum er aðalskrivari í Barnabata, er happing ein afturvendandi trupulleiki í fólkaskúlanum.

– Vit fáa javnan og lutfalsliga nógvar fráboðanir frá skúlum í Føroyum um happing og fyrispurningar um, hvussu happing kann basast. Tað vísir, at tørvur er á eini verkætlan sum hesari, sigur hann.

Tað er Nám, sum hevur samskipandi leiklutin, tá ið talan er um fremjandi trivnaðarátøk í fólkaskúlanum.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur, starvast dagliga sum trivnaðarráðgevi á Námi og hevur verkætlanina um hendi. Hon heldur, at tað hevur týdning at varpa ljós á happing í breiðari merking.

Hon vísir á, at happing sum hugtak er nógv meira umfatandi, enn áður hildið. Fyrr var happing hildin at vera eitt viðurskifti millum happaran og ofrið – tað vil siga tann, sum er fyri happingini. Men nýggj vísindalig gransking hevur víst, at happing er ein grundleggjandi partur av sjálvari mentanini og umhvørvinum, sum bæði børn og vaksin ferðast í dagliga.

Og júst tí hevur tað týdning at arbeiða miðvíst og tilvitað til tess at skapa eina góða og sunna mentan í skúlanum og styrkja og menna felagsskapin og trivnaðin, sigur hon.

– Gransking hevur staðfest, at jú fyrr hond verður tikin um happing og arbeitt verður miðvíst við at skapa eina góða floksmentan, jú skjótari og lættari er tað at fyribyrgja happingini, so hon ikki kemur sníkjandi, sigur Tóra Petersen og leggur dent á, at tað hevur týdning at menna sosialu førleikarnar hjá næmingunum og at byrja so tíðliga sum gjørligt.

Eitt av endamálunum við verkætlanini er nettupp at økja um kunnleikan til orð og hugtøk, sum kunnu virka fyribyrgjandi. Eitt nú um virðing, tolsemi, umsorgan og dirvi. Bæði hjá børnum og vaksnum.

Djóni Eidesgaard frá Barnabata vísir á, at á henda hátt verður styrkt munandi um felagsskapin, tann góða andan og trivnaðin í skúlanum, og happingin verður harvið útihýst. 

– Tað ræður um at lúka út tey óndu mynstrini, sum vísa seg sum happing, og tað kann gerast við at vekja tilvitanina um týdningin av hugtøkum, ið skapa eina sunna mentan og góðan trivnað, sigur hann.

Men munur er á at happa og at arga. Happing snýr seg ofta um at halda einum persóni – tí happaða – uttan fyri felagsskapin. At arga til stuttleika og tilvildarliga er ikki í sær sjálvum happing, men kann vera ein máti at hava tað stuttligt saman. Arging heldur sum oftast uppat av sær sjálvum. Men tað ger happingin ikki. Hon er ofta reglulig og áhaldandi, og tá er talan um veruliga happing. Tí leggur verkætlanin Betri vinir dent á, at børn og vaksin kenna mun á arging og happing og fáa amboð at nýta á skúlum og dagstovnum, sum kunnu virka fyribyrgjandi.

Samrøða eftir Jákup Boga Joensen. Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2023.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.