Tíðindi

Nógv tilmæli at koma happing til lívs

Happingin í fólkaskúlanum er minkað eitt sindur, síðan seinasta kanningin varð gjørd í 2015, men enn er langt á mál, skulu vit koma happing til lívs. Tí er ein røð av tilmælum orðað, sum skulu verða við til at bøta munandi um støðuna

27. mai 2019

Niðurstøðan í frágreiðingini, sum er skrivað út frá teimum nýggjastu úrslitinum í happingarkanningini, er, at enn er nógv eftir at gera við at fyribyrgja og steðga happing, har hon fer fram. Avvarðandi og skúli eiga høvuðsarbeiðið í gerandisdegnum at basa happing, men eisini myndugleikar, frítíðarfelagsskapir og samfelagið sum heild eiga sín lut, tí talan er um umfatandi og samansettar støður, sum ikki altíð eru lættar at síggja og seta orð á.

- Endamálið við hesi kanningini hevur eisini verið at geva skúlunum nøkur amboð og vísa teimum, hvar teir kunnu seta inn. Tað er upplagt at arbeiða meiri við trivnaðarætlanini, at seta sjóneykuna á fríkortini og endurhugsa tey, at seta næmingaráð umframt at leggja størri dent á hugsa trivnað saman við tí fakliga, eitt nú at gera serstaka námsætlan fyri trivnað. Vit mæla eisini til, at trivnaðarráðgevi verður settur á Námi, sigur Olga Biskopstø, ið er ein teirra, sum hevur staðið fyri at gera kanningina.

Fremsta tilmælið frá fylgibólkinum er, at trivnaðarætlan skúlans skal hava serskilda anti-happingarætlan, sum tekur við alt skúlaumhvørvið hjá næminginum. Trivnaðarætlanin skal javnan takast fram, viðgerast og eftirmetast. Einstaki skúlin skal hava sum mál, at allir næmingar, øll starvsfólk, skúlastýri og foreldur kenna ætlanina.

Fríkorterini skulu endurhugsast, soleiðis at størri tryggleiki kemur inn í óformligu skúlatíðina. Fleiri vaksin skulu luttaka í fríkorterinum og vera til taks hjá næmingunum, og hervið leggja størri dent á sosiala partin og mentanina á staðnum til gagns fyri trivnað og læring.

Næmingaráð skulu stovnast í øllum skúlum.

Serstøk námsætlan fyri trivnað skal gerast.

Trivnaðarvegleiðari skal setast í Námi, sum skal veita skúlum námsfrøðiliga ráðgeving í spurningum um trivnað og sálarliga heilsu.

Læringsumhvørvið og sálarliga heilsan hjá øllum í skúlanum skulu raðfestast. Bæði einstaki skúlin, kommunurnar og Mentamálaráðið skulu gera sítt til at seta fokus á læringsumhvørvið og sálarliga heilsu.

Antihappingardagur verður á hvørjum ári tann 4. mai, eins og í nógvum londum. Mælt verður til at dagurin er “sokkadagur”, har vit markera, at “happing sokkar”.

Skúlarnir skulu arbeiða eftir vitanarfróðaleistinum við happing nakrar vikur um árið. Vegleiðing verður gjørd til skúlarnar.

Kunningartilfar skal gerast til næmingar og foreldur við kunning um rættindi, tá børn verða happað, harímillum at tey hava møguleika at venda sær til barnaumboðið.

Trivnaðarkanning verður gjørd á hvørjum ári saman við landsroyndini.

Nýggja kanningin av happing í 5., 7. og 9. flokki vísir, at 11 prosent av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru.

Mynd: Eydna Skaale


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.