Tíðindi

Nærum fimti hvør lærari hevur ikki læraraútbúgving

Í summum kommunum í Danmark er meiri enn 30 prosent av teimum, sum undirvísa í fólkaskúlanum, fólk, sum ikki hava læraraútbúgving. – Ein ógvuliga stór glíðibreyt, heldur danska lærarafelagið

02-06-2021

18,1 prosent av teimum, sum í 2019 stóðu framman fyri eina talvu og undirvístu í einari skúlastovu í einum av fólkskúlunum í Danmark, høvdu ikki læraraútbúgving. Tað vísir ein greining, sum Arbejderbevægelsens Erhvervsråd hevur gjørt fyri danska lærarafelagið. 

”Tað er ein stór glíðibreyt, at lærarastørv verða mannað við fólki, sum ikki hava røttu útbúgvingina. Hetta er ein gongd, sum vit mugu venda. Vit vita frá gransking, at lærarin er avgerandi fyri, hvat næmingar fáa burtur úr undirvísingini. At undirvísa er ein ógvuliga samansett uppgáva, sum krevur eina útbúgving,” sigur Gordon Ørskov Madsen, formaður í danska lærarafelagnum.

Síðstu árini er talið av undirvísarum við ongari læraraútbúgving økt munandi. Í 2012 vóru tey, sum vóru í starvi í fólkaskúlanum uttan læraraútbúgving, 10,3 prosent.

”Ein vøksur á 80 prosent í talinum av undirvísarum uttan læraraútbúgving eftir færri enn 10 árum skulu vit taka í álvara. Orsøkirnar kunnu vera mangar. Kanska ein sparing frá kommununnar síðu, at færri lærarar verða útbúnir, ella kanska er orsøkin, at rættiliga nógvir útbúnir lærarar velja onnur størv enn lærarastarvið. Sama hvør orsøkin er, so mugu vit venda gongdini – nú,” sigur Gordon Ørskov Madsen.

Greiningin frá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd vísir eisini, at tað er rættiliga ymiskt, hvar í landinum, at tørvur er á útbúnum lærarum. Serliga Sæland hevur stórt tal av undirvísarum uttan læraraútbúgving. Í fleiri av kommununum á Sælandi og Lollandi-Falster er triðingur av teimum, sum undirvísa í fólkaskúlanum, fólk við ongari læraraútbúgving.

”Vit mugu seta inn á fleiri økjum í stríðnum at fáa fleiri væl útbúnar lærarar út í fólkaskúlarnar. Yvirskipað eiga vit at gera tað meiri lokkandi aftur at vera lærari í fólkaskúlanum. Vit eru væl á veg við eini nýggjari og góðari arbeiðstíðaravtalu, sum vónandi fer at verða við til at broyta á skeivleikan, soleiðis at lærarar ikki longur flýggja úr fólkaskúlanum. Harumframt mugu vit hyggja at læraraútbúgvingini, soleiðis at tað í framtíðini verða fleiri, sum søkja inn á læraraútbúgvingina – og ikki minst mugu vit gera alt fyri, at talið á teimum, sum ikki gera læraraútbúgvingina lidna, minkar. Og so mugu kommunurnar gera sítt til at fáa fleiri útbúnar lærarar í starv,” sigur Gordon Ørskov Madsen.

Í greiningini frá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd kemur eisini greitt fram, at tað í stóran mun eru fólk við ongari vinnuførleikagevandi útbúgving, sum eru millum teirra, ið undirvísa uttan læraraútbúgving. Greiningin vísir, at 10,6 prosent av teimum, sum undirvísa í fólkaskúlanum, hava í mesta lagi fólkaskúlaprógv ella miðnámsskúlaprógv.

Les alla greiningina her: https://www.dlf.org/media/14381313/ae-rapprort_om_laererne_uden_laereruddannelse_2019.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.