Tíðindi

Næmingatal í listarligu lærugreinunum

Tíbetur eru tað nógvir lærarar, ið brenna fyri teimum handaligu lærugreinunum. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

12-07-2021

Í fyrispurningi dagfestur 8. juni 2021 spyr Siri Steenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, landsstýrismannin í Uttanríkis- og mentamálum, Jens av Rana, um næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum. Spurningurin er, um næmingatalið ikki er ov høgt, og hvørjar eru avleiðingarnar av hesum, um so er. Er man ikki samdur í, at talið er ov høgt, hevur man so aðrar ætlanir við fólkaskúlanum, tí nógvir næmingar hava avbjóðingar, og tíðin hjá lærarum er ov knøpp at taka sær so væl av næmingunum, sum man kundi ynskt.

Eg fegnist sjálvandi um henda fyrispurningin, tí hann setur eitt sera viðkomandi mál á skránna. Hvør er ætlanin við floksstøddini? Eru fleiri altíð betri enn færri? Og hvør er best egnaður at siga, hvat tað magiska talið er? Eg havi ikki annað svar, enn tað hava tey, ið dagliga starvast í skúlanum. Eg havi tó hug at hugleiða eitt sindur víðari frá hesum spurningi og fara inn á handaligu lærugreinarnar í skúlanum.

Tað er ikki ókent, at tær handaligu lærugreinarnar eru undir trýsti, tí tær eiga ikki sítt rætta pláss í skúlunum; hølini eru ofta ikki nóg góð, pengar eru ikki til at keypa tað tilfar, man kundi ynskt, men so sanniliga eisini tí, at næmingatalið er ov høgt. Tað eru ov nógvir næmingar til hvønn bólkin, soleiðis at tað er torført at fáa lært hvønn einstakan nógv væl. Næmingar í dag hava heldur ikki teir førleikarnar, sum man hevði fyri 10 árum síðani, og tí má undirvísingin skipast eftir tí. Hvør einstakur næmingur má fáa ta tíð, honum tørvar.

Tíbetur eru tað nógvir lærarar, ið brenna fyri teimum handaligu lærugreinunum. Teir ganga á odda fyri at geva teimum næmingum, ið vilja annað enn bókligt arbeiði, tey allar bestu tilboðini, ið eru. Eisini í Námi hevur man seinasta árið sett handaligu lærugreinarnar á breddan við at seta ráðgevan í handaligu lærugreinunum upp í tíð. Hetta gevur betri møguleikar at hugsavna seg í arbeiðinum.

Eitt úrslit av at hava ráðgeva í handaligu lærugreinunum er ListaMeldurin. Eitt sera væl eydnað tiltak, ið aftur verður á skránni komandi skúlaár, so tað ræður um at fylgja við á heimasíðuni listameldur.com, tí har er íblástur at fáa.

Eins og vit vaksnu, so hava børn og ung tørv á at at hugsavna seg. Hetta er ikki ein førleiki, ið vit eru fødd við; vit mugu læra hann. Tá man arbeiðir kreativt, er tað ein sjálvsagdur lutur, tí tað krevur tíð. Vónandi verður hesin parturin umrøddur samstundis, tá man fer at tosa um næmingatal á tingi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.