Tíðindi

Næmingarnir skulu sleppa at royna tað, teir lesa um í lærubókunum

- Allar serstovurnar í Skúlanum á Fløtum eru útgjørdar sum starvstovur, líka nógv sum tær eru skúlastovur. Vit leggja upp til, at næmingarnir veruliga sleppa at royna seg við øllum tí, ið til ber at gera í stovunum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri

15-09-2021

Nýggjasti skúlin í landinum, Skúlin á Fløtum, hevur sum vera man sera væl útgjørdar serstovur við øllum hugsandi hentleikum. Útbúnaðurin er í samsvari við virðisgrundarlagið hjá skúlanum, nevniliga at stremba eftir at fáa náttúruna at verða størri part av øllum tí, ið rørir seg í skúlanum og undirvísingini. Skúlin leggur stóran dent á náttúruvísindaligu lærugreinirnar í miðdeildini og hádeildini. Stovan til náttúru og tøkni, sum miðdeildin brúkar, er stór, væl útgjørd og innrættað soleiðis, at alt kann verða dálkað og spulað reint. Í hádeildini eru tríggjar stovur útgjørdar sum starvsstovur við gassi, streymi, frárensli, útsúgving og øllum, sum hoyrir til. Endamálið er, at næmingarnir skulu sleppa at royna tað, teir lesa um í lærubókunum.

- Næmingarnir sleppa at spreingja ting, brenna ymiskt, seta streym til og so framvegis.

Skúlar, sum hava færri næmingar enn vit, hava somu hentleikar sum vit, men vit hava fleiri næmingar og lærarar. Serstovurnar eru hugsaðar eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí tær eru útgjørdar sum starvstovur, líka nógv sum tær eru skúlastovur.

Serstovurnar hava hvør sín profil. Lívfrøðistovan er eitt nú gjørd soleiðis, at næmingurin vendir móti eini talvu ella eini felags undirvísingarstøðu, og hann kann arbeiða sjálvur ella saman við einum øðrum næmingi. Royndarstovan er útgjørd á sama hátt við gassi, streymi, veskum, útsúgving og øðrum, men rundan um eitt borð, har næmingarnir eru í bólkum, har teir kunnu arbeiða 3 ella 4 ella fleiri saman. Alisfrøðistovan er gjørd soleiðis, at næmingar sleppa at arbeiða við sterkum, sýrudyggum og vandamiklum evnum.

- Alt innbúgvið og tað, sum er inni í stovunum, tolir nógv av, at verða spulað, um tað skal vera. So vit kunnu siga, at vit hava somu stovur, sum aðrir skúlar hava, men tað er meiri enn tað vanliga, sum ber til, og tað verður væntað av lærarunum, at teir brúka stovurnar og alt tað, sum hesar stovurnar leggja upp til verður gjørt har. At næmingarnir sleppa at royna seg, dálka seg og svansa og brúka allar hentleikarnar og møguleikarnar til fulnar. Ongantíð betri, um stovurnar verða slitnar upp eftir stuttari tíð, tí so eru tær væl brúktar.

Mynd: Heini Nygaard

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.