Tíðindi

Næmingar við avbjóðingum við sviðusoð í koranaskúlanum

Foreldrafelagið Heim og skúli og Skúlaleiðarafelagið hava sent politiska myndugleikanum eina áheitan

27. apríl 2020

Bæði í Danmark og í Føroyum hava lærarar og skúlaleiðslur lagt til merkis, at tað eru næmingar, ið hava serliga stórar avbjóðingar í sambandi við fjarundirvísingina av eldru flokkunum, nakrir í so stóran mun, at teir so at siga ikki hava samband við skúlaverkið.

Skúlaleiðarafelag Føroya og foreldrafelagið Heim og Skúli hava havt hetta til umrøðu á fundi 27. apríl. Feløgini bæði heita á landsstýrið, um at leggja eina ætlan fyri fólkaskúlan galdandi til skúlaársenda, soleiðis at nakað munagott kann gerast við nevndu avbjóðing.

Eisini meta vit, at tað er einki minni enn rímiligt, at næmingar, foreldur, lærarar og leiðslur fáa at vita hvørjar ætlanir politiski myndugleikin hevur við skúlanum restina av skúlaárinum.

Vegna

Skúlaleiðarafelag Føroya – Tom Joensen, form.

Foreldrafelagið Heim og Skúli – Janus Vang, form.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.