Tíðindi

Næmingar samskifta ymiskt á sosialum miðlum og í skúlauppgávum

Lærarar vísa á, at næmingar samskifta ymiskt á sosialum miðlum og í skúlauppgávum. Tað staðfesta Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen í bachelorritgerð um sosialar miðlar í undirvísing

31. oktober 2019

Næmingar í dag eru vanir at skifta millum pallar, har teir samskifta. Tá ið vanligt prát er í flokkinum, floymir við enskum orðum og vendingum; tað sama ger seg ikki galdandi, tá ið næmingar hava munnligar framløgur og í skrivligum uppgávum. Tá hava teir eitt betri og føroyskari mál. Sum heild halda lærarar, ið Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen hava tosað við í sambandi við ritgerð um sosialar miðlar í undirvísing, at hóast málið hjá næmingum er nógv merkt av enskum, er hetta ikki ein trupulleiki.

Tá ið næmingar sjálvir koma til orðanna, so siga teir flestu, at teir tillaga málburðin alt eftir, hvønn tey skriva til. Teir hugsa um orðaval og staving, tá ið teksturin er almennur.

- Tað vil við øðrum orðum siga, at næmingarnir eru tilvitaðir um sítt málbrúk og tillaga málið eftir, hvør samskiftispallurin er. Meiri almennur pallurin er, har tey skriva, meiri hugsa tey um, hvussu tey málbera seg. Skriva tey í innanhýsis bólkum, nýta tey meir egið mál og gera sær ikki eins stóran ómak. Her sæst eisini, at næmingarnir í býarskúlanum gera sær betri ómak við sínum málburði. Tó hugsa teir ikki líka nógv um sín málburð, tá teir skriva til sínar vinir, sum tá tey skriva alment og til síni foreldur. Tá skrivað verður saman á internetinum, hvørki hoyrir ella sært tú persónin, tú skrivar saman við, tí er skjótt, at misskiljingar kunnu koma fyri. Men her hava tey ungu eina loysn. Tey ungu eru nevniliga serfrøðingar í at nýta ymisk tekn saman við tekstinum, sum vísa hvat ella hvussu huglagið er, soleiðis at misskiljingar ikki skulu koma fyri. Nøkur av hesum teknum eru: “emoticons”, “akronymir”, “hashtags”, stórir og smáir bókstavir, komma og punktum. Tey ungu fara heilt í smálutir við ymsu teknsetingunum.

Hóast lærarar ikki meta tað vera ein trupulleika, at næmingar skifta millum ymsar pallar, tá teir samskifta, halda teir, at málsligi førleikin hjá næmingum í dag er versnaður samanborið við, hvussu hann var, áðrenn sosialu miðlarnir gjørdu innrás. Lærarar siga eitt nú, at næmingar ikki duga eins væl at orða seg, at teir leita eftir føroyskum orðum og kunnu í staðin finna upp á at siga tað á enskum, sum teir ætla at siga, at orðfeingið er versnað, at setningsbygnaðurin er broyttur, at næmingar ivast í, hvat kyn orð hava, at tey ikki duga á skyna á fall, at stavingin er versnað og so framvegis.

Grundarlagið í ritgerðini hjá Bodil Jacobsen og Ellu Selmu Larsen eru kanningar, eitt nú kvantitativ spurnakanning, sum næmingar í 8. og 9. flokki í bygdarskúla og býarskúla hava svarað, og kvalitativ kanning, sum 6 næmingar í stórum bygdarskúla hava svarað. Umframt hava lærarar, sum starvast í ymsum skúlum kring landið, svarað spurnablaði, og hálvskipaðar samrøður eru eisini gjørdar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.