Tíðindi

Næmingar, ið ikki fingu alt við áður, hava nú lært meira

- Flestu uppgávurnar hava verið bygdar á tilfar, tey áður hava gjøgnumgingið. Næmingar, ið ikki fingu alt við áður, hava nú lært meira. Næmingar, ið lærdu setningin fyrruferð, hann var á skrá, hava ikki lært eins nógv, sigur Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla

18. mai 2020

Skúlablaðið hevur sett nøkrum lærarum stevnu og spurt teir ymiskt í samband við fjarundirvísingina, ið hevur eyðkent undirvísingina í fólkaskúlanum síðan grækarismessu.

Hvussu hevur tú skipað fjarundirvísingina?

Fyrstu tíðina var heimasetningurin saman við teldupostum samskiftispallurin. Síðani upprættaðu vit messengerbólk og eftir eina tíð teamstoymi. Fyri at styrkja undirvísingina á teams, brúki eg forritið lynx, ið m.a gevur møguleikar at brúka telduskermin sum talvu, har til ber at skriva á og at avrita ymiskt, so sum uppgávur úr frálærubókum á ibok.

Uppgávurnar vóru uppgávur á netinum, t.d landsroyndir og uppgávur á emat. Eisini vóru uppgávur úr frálærubókini, har næmingarnir sendu loysnirnar sum mynd. Umframt hetta vóru uppgávur settar næmingunum, ið skuldu loysast við at fara út í nærumhvørvið at finna upplýsningar. Galdandi fyri allar uppgávur var, at talan er um uppgávur, har lærarin fekk fylgt við, um og hvussu næmingarnir (møguliga við hjálp frá foreldrum) loystu uppgávurnar.  

Fyri at melda næmingatillagað aftur til næmingarnar, sendi eg teimum stutt filmsbrot á messenger, har eg gjøgnumgekk tey stykkir, villa var í. Felags afturmeldingin verður givin á teams.

Hvussu ber til at røkka einstaka næminginum, tá persónliga sambandið ikki er til staðar á sama hátt?Tað kann vera torført, men roynt verður við at brúka ymiskar samskiftispallar. Fjarstøðan ger, at uppgávan at halda næmingunum til, í størri mun kemur at liggja hjá foreldrunum, og ymiskt er, hvussu nógva orku og møguleikar foreldur hava.

Hvussu hevur næmingaluttøkan verið?

Nú havi eg bert undirvíst í miðdeild, og har hevur næmingaluttøkan verið góð.

Heldur tú, at næmingarnir hava fingið nakað burtur úr síðstu vikurnar?

Ja, tøkniliga royna tey seg á nýggjum pallum, so á tí økinum er ein læring farin fram.

Í samband við tey frálærukrøv, ið eru nevnd í námsætlanini, er helst ymiskt, hvat er komið burturúr. Flestu uppgávurnar hava verið bygdar á tilfar, tey áður hava gjøgnumgingið. Næmingar, ið ikki fingu alt við áður, hava nú lært meira. Næmingar, ið lærdu setningin fyrruferð, hann var á skrá, hava ikki lært eins nógv. Eg havi verið varin við at taka ov nógv nýtt ókent við í frálæruna, tí eg meti, at tá verða tað fleiri næmingar, ið ikki megna at fylgja undirvísingini á nóg góðan hátt.

Er nakað, tú hevur hug at leggja afturat?

Menningin og tillagingin á fjarundirvísingarpallinum er áhaldandi tilstaðar. Neyðugt er at finna pallar, sum stytta fjarstøðuna til næmingarnar, tí fjarstøðan og manglandi beinleiðis relatiónirnar eru størsta avbjóðingin. Hetta merkist serliga væl hjá næmingum, ið vanliga hava brúk fyri eggjan og ofta skulu fáa setningin forkláraðan úr ymiskum sjónarhornum.

Hinvegin, so eru nakrir næmingar við sosialum avbjóðingum, ið trívast serliga væl, nú undirvísingarpallurin er á netinum, og sosiala samspælið ikki fyllir so nógv.

Tekstur: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.