Tíðindi

Næmingar í Fuglafirði heiðra lærarum

Í dag 5. oktober er altjóða læraradagur, og ljós varð varpað á tann týdningarmikla leiklutin lærarar hava. Skúlastýrið fyri Fuglafjarðar skúla hevur í hesum sambandi yvirraskað starvsfólkini í morgun.

05-10-2021

Øll starvsfólk og allir næmingar skúlans møttu til morgunsang í fimleikahøllini. Eftir morgunsangin komu skúlastýrislimir óvæntað á vitjan. Leivur á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum, legði út við at greiða næmingunum frá, hvørji tey eru í skúlastýrinum, hvat tey arbeiða við, og hví tey møttu upp í dag.

Síðan fekk Hanna Jensen, kommunustýrisumboð og rektari á Miðnámi á Kambsdali, orðið og flutti fram røðu. 

Til seinast handaðu næmingar gávur til lærarar – og til námsfrøðingar, sum eisini hava ein týðandi leiklut í at fáa undirvísingina at rigga á bestan hátt. 

Eftir eina góða hugnaløtu í fimleikahøllini fóru næmingar, námsfrøðingar og lærarar aftur í gongd við evnisdagarnar, sum eru hesa vikuna. 

Kl. 10.00 var morgunmatur, sum leiðslan og Fuglafjarðar kommuna bjóðaðu – og eisini her var gjørt nógv burturúr.

Á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar skúla kunnu tit lesa røðuna, sum Hanna Jensen, helt, og eisini síggja myndir frá degnum: https://ffs.fo/?post_type=post&p=28577

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.