Tíðindi

Næmingaráð er týdningarmikið

Lærarar síggja næmingarnar á einum øðrvísi palli, enn vit vanliga gera, tá ið val er til næmingarráð. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13-09-2022

Nú er eitt nýtt skúlaár byrjað. Byrjanin á skúlaárinum tykist ofta heldur rokalig. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, eitt nú skal næmingaráðið veljast og skipast aftur.

Tað, at skúlar hava næmingaráð, er í samsvari við fólkaskúlalógina § 56. Stk. 2. «Til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð.»

Javnan kennist tað sum, at nógv verður pressað inn í fólkaskúlan, og at vit lærarar bara skulu nikka og siga ja, og føra tær uppgávur út í verkið, sum verða álagdar okkum. Hetta er eisini ein av teimum uppgávunum. Men hetta er ein av teimum góðu, áløgdu uppgávunum, sum samstundis í eina tíð hava verið ynsktar inn í fólkaskúlarnar, tí tað hevur sera stóran týdning, at vit læra børn, hvussu eitt val fer fram, hvussu ein kann verða valdur á demokratiskan hátt. Tí í fólkaskúlalógini í §2 stk 3 stendur m.a: “at skúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.”

Í Skúlanum á Argjahamri, har eg til dagliga starvist, hava vit seinastu árini havt næmingaráð.
Hjá okkum er tað skipað soleiðis, at vit hava næmingaráð í miðdeildini og hádeildini. Allir næmingar hava møguleika at stilla upp til valið.
Tá uppstillingin er klár verður skipað fyri veljarafundi fyri deildina, har teir uppstillaðu næmingarnir fáa sett orð á hjartamál síni. Tá greiða teir frá, hví júst teir skulu veljast inn í næmingaráðið. Tað er einki krav, at næmingurin skal stilla seg upp og grundgeva, men tað er ein møguleiki.
Tað spennir sera vítt, hvørji hjartamálini hjá næmingunum eru. Felags fyri hjartamálini er, at tað viðkemur teimum.
Øll hava møguleika at seta teimum uppstillaðu spurningar, og kjakið gongur væl. Her fáa vit lærarar eisini lagt lag á góðan fundarsið og síggja næmingarnar á einum øðrvísi palli, enn vit vanliga gera.
Síðani er valið. Valið gongur fyri seg soleiðis, at hvør flokkur velur eitt umboð fyri flokkin, umframt tað, so velja tey eitt umboð fyri deildina. Hetta er í einum valhøli, so valið er loyniligt, júst sum tað er í veruleikanum.
Tá allir næmingarnir hava valt, verður talt upp, og eitt umboð fyri hvønn flokk kemur inn í ráðið, og so er eitt varaumboð. Tann næmingurin, sum fær flestar atkvøður á deildini, er valdur sum forfólk.
Skipanin hevur riggað fínt, men vit hava, sum so nógv onnur, verið ávirkað av koronu o.ø., sum ger, at alt ikki hevur gingið sum ætlað. Til eitt komandi val verður ein nevnd vald, sum síðani skipar seg. Ikki sum vit áður hava gjørt.

Nú samfelagsfrøði er ein partur av tímatalvuni er tað enn meir viðkomandi, at vit í skúlunum varpa ljós at demokratiska rættin hjá hvørjum næmingi, og eisini at vit á henda hátt gera tey tilvitað um, hvussu hetta í roynd og veru fer fram, og at tað altíð er teirra persónliga hugsan, ið ger seg galdandi til eitt val, og at eingin hevur rætt at vita júst, hvat og hvønn tey hava valt.

Tað er nokk ymiskt, hvussu næmingaráðini verða skipað, og hvussu valini fara fram úti í skúlunum, men eg vóni so innarliga, at allir skúlarnir hava fingið sær næmingaráð. Tí við næmingaráðum hava næmingarnir eina rødd og ein pall, so tey kunnu hava ávirkan á egnan skúla og skúlagongd. Næmingaráðið er talirørið hjá hvørjum einstøkum næmingi til lærarar og leiðslu. Eisini tí hevur tað so stóran týdning.
 

Gott næmingaráðsval, tá tað kemur har til!

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.