Tíðindi

Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting á Setrinum

Í 2011 hevði Føroya Læraraskúli eina árliga játtan á fíggjarlógini á umleið 23 milliónir. Nú fær Námsvísindadeildin væl minni enn 20 milliónir í sín part av samlaðu játtanini til Fróðskaparsetrið. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

08.08.2018

Føroya Læraraskúli var í langa tíð grundin undir fólkaskúlanum. Á kostdeildini húsaðust læraralesandi, meðan tey vóru rist saman og mentust í felag til undirvísarar í fólkaskúlanum. Tað hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at vit í so langa tíð hava havt okkara egnu læraraútbúgving. Tíðin fer við so nógvum, so var eisini við Føroya Læraraskúla.

Í 2008 var Føroya Læraraskúli til Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya, og nýggja læraraútbúgvingin var skipað eftir akademiskum leisti sum B.Ed í undirvísing. Fyrstu lærarar komu undan eftir hesi nýggju skipan í 2012. Hví hendan umskipan var alneyðug, tað fekk eg ongantíð greitt frá, so at eg var heilt sannførdur. Men líkamikið hvør skipanin er, so er avgerandi at undirvísingarstovnurin umboðar neyðugu vitanina í starvsfólkahópinum, fyri dygdina í útbúgvingini.

Fróðskaparsetur Føroya hevur tænt Føroyum væl í nógv ár. Seinnu árini hevur Setrið verið undir trýsti frá politisku skipanini at skipa nýggjar útbúgvingar, so at nógv fleiri ungdómar kunnu lesa hægri lestur í Føroyum. Hetta hevur viðført, at fleiri ung verða verandi í Føroyum. Tað er ein vinningur fyri Føroyar. Men meðan eg frøist um, at fleiri ung kunnu lesa og verða verandi her heima, so má eg viðurkenna, at eg sum lærari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag fyrst og fremst ynski læraraútbúgvingini bestu umstøður. Og eg haldi, at Námsvísindadeildin hevur lága raðfesting í telvingini hjá Setursráðnum. Eg undrist eisini á, at yrkisútbúgvingarnar á Setrinum ikki eiga ein lim í ráðnum, tað kundi styrkt støðuna hjá teimum deildunum.

Tá ið læraraútbúgvingin var flutt á Fróðskaparsetrið, so skuldu undirvísararnir, afturat síni undirvísing, granska ein stóran part av síni arbeiðstíð. Tað helt eg vera eina góð broyting, men eisini ein skipan, ið vildi krevja størri játtan, tí nú hava undirvísararnir fleiri uppgávur. Men so er ikki. Í 2011 hevði Føroya Læraraskúli eina árliga játtan á fíggjarlógini á umleið 23 milliónir. Nú fær Námsvísindadeildin væl minni enn 20 milliónir í sín part av samlaðu játtanini til Fróðskaparsetrið.

Lága játtanin til Námsvísindadeildina sæst aftur í starvsfólkahópinum á deildini. Fleiri eru farin úr starvi á Námsvísindadeildini, uttan at nakar er settur í staðin. Hetta sæst aftur í fleiri fakøkjum, har Námsvísindadeildin ikki hevur starvsfólk. Eitt dømi um sparingarnar var, tá ið nýggjur dekanur var settur á Námsvísindadeildini. Tá segði rektarin í miðlunum, at neyðugt var at seta eitt starvsfólk á Námsvísindadeildini sum dekan, tí at tað var ikki peningur at seta eitt fólk uttanífrá afturat í starv á deildini. Úrslitið var, at nú er einki starvsfólk í lívfrøði og náttúru og tøkni á deildini. Sama skilið er í t.d. alisfrøði, evnafrøði og fleiri av handaligu lærugreinunum, har er eingin í starvi á Námsvísindadeildini at varða av hesum lærugreinunum.

Nú eru 10 ár síðan, at læraraútbúgvingin varð skipað á Námsvísindadeildini. Tað er ein rundur dagur og eitt gott høvi at eftirmeta deildina og útbúgvingina. Nýggju lærararnir, ið koma av Námsvísindadeildini, eru dugnaligir. Tað boðar frá, at útbúgvingin og starvsfólkini á deildini eru í lagi. Men eg fýlist á lágu raðfestingina sum Námsvísindadeildin fær frá Setursráðnum. Lága játtanin og manglandi starvsfólk á Námsvísindadeildina gera tað sera trupult at skipa ta góðu læraraútbúgvingina, sum fólkaskúlin og vit øll hava tørv á.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.