Tíðindi

Námsfrøðingar hoyra dagliga enskt í málinum hjá børnum

Málið hjá børnum er broytt í dag samanborið við fyri nøkrum árum síðan halda námsfrøðingar.

11.06.2018

Í sambandi við MA-ritgerð sína á Føroyamálsdeildini hevur Eyð Steinbjørnsdóttir tosað við námsfrøðingar um, hvørja ávirkan enskt hevur á málið hjá okkara yngstu børnum; umframt hevur hon tosað við børn og foreldur, fingið foreldur at svara spurnablaði um málvanar, verið á tveimum dagstovnum, sum hava vøggustovu og barnagarð, gjørt eygleiðingar av málinum og prátinum hjá børnum, og gjørt upptøkur við 20 børnum, helvt um helvt í vøggustovu- og barnagarðsaldri.

- Tveir námsfrøðingar á hvørjari av stovunum svaraðu spurnablaði, umframt gjørdi eg samrøður við tríggjar námsfrøðingar fyri at lýsa evnið betur. Sum heild siga námsfrøðingarnir, at teir hava varnast, at málið hjá børnum er broytt í dag samanborið við fyri nøkrum árum síðan. Tað hoyra teir bæði dagliga í prátinum og spælinum hjá børnum; tey spæla á enskum. Børnini duga enn hugtøk á føroyskum, men tað er týðiligt, at enskt trokar seg inn í málið hjá børnum. Tað tykist, sum summi foreldur halda, at tað er frálíkt, at børnini læra enskt tíðliga, og at tað onkursvegna er ein prestisja at duga enskt.

Fyrr lærdu børn hugtøk í samskifti við foreldur og onnur vaksin í nærumhvørvinum; í dag er nógv minni samband millum ættarliðini, børnini eru á stovni nógvar tímar hvønn dag, og tá ið børnini eru heima, eru ikki nógvar stundir saman við teimum vaksnu.

- Tað samvirkna samskiftið við vaksin mennir málið hjá børnum, til dømis at lesa fyri børnum, at tosa við børnini um tað, sum tey lesa, at práta nógv við børnini og yvirhøvur at seta orð á alt. Størst ávirkan av øllum hevur tað, at foreldur tosa nógv við børnini og lesa fyri og saman við teimum. Vit duga øgiliga væl at skapar karmar fyri upplivingar, mentatiltøk og barnafagnað og so framvegis, men vit hava samstundis minni tíð til nærveru og prát í tí gerandisliga; foreldur eru tilvitað um hetta, tey vita, at tað er ikki gott fyri barnið at sita ov nógv og leingi við einum skíggja, tey royna eftir førimuni, men trýstið er stórt. Minkar alt sambandið millum børn og vaksin og samskiftið teirra millum, so sigur tað seg sjálvt, at tað ávirkar málsligu menningina.

At fólkasamansetingin ikki longur er so einmentað, sum hon hevur verið, ávirkar eisini. Vit hava fleiri tví- og fleirmælt børn í Føroyum, og tey vaksa í tali á hvørjum ári.

- Tað eru dømi um, at er eitt ella fleiri børn, sum tosa annað enn føroyskt, á dagstovninum, so skal lítið til, til málið á stovuni onkursvegna verður tillagað tí. Tað ávirkar málið hjá øllum børnunum, og tey fara eisini at tosa enskt. Tað skal ikki skiljast sum, at tað ikki er gott at duga fleiri mál, tí tað er tað, men gongur tað út yvir føroyskt, so er tað ein vansi. Føroyskt er eitt lítið mál, vit hava ikki nóg nógv skrivligt upprunatilfar og mestsum einki á internetinum, og tí líður føroyskt undir stóru máltøkuni úr enskum.

Hugburðurin til føroyskt er ymiskur, eisini á dagstovnunum; summir stovnar hava siðvenju at lesa nógv saman við børnunum, meðan aðrir ikki hava so sterka siðuvenju fyri at lesa, og hugburðurin til málið í bókunum er eisini ymiskur.

- Tað tykist sum tað framvegis er ein hugburður hjá summum, at málið í barnabókum er so øgiliga føroyskt, hvat tað so er fyri eitt føroyskt. Eftir mínum tykki eru hetta misskiljingar, tí eg ivist í, um tey, sum halda so, kenna málið nýggjar barnabøkur. Onnur, eg havi tosað við, fegnast um, at barnabøkur í dag hava lættari nútíðarligt mál. Tað er heilt greitt ein uppgáva at gera starvsfólk á dagstovnunum tilvitað um mál og málmenning.

Eyð Steinbjørnsdóttir er í holt við MA-ritgerð á Føroyamálsdeildini, har hon kannar, hvussu ávirkar tað málið hjá børnum, at tey fáa nógv íkast á øðrum máli enn føroyskum, frá tí tey eru pinkubørn. Les samrøðu við hana í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Les samrøðuna við Eyð Steinbjørnsdóttur í seinasta Skúlablað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.