Tíðindi

Móðurmálið hevur fastatøkur á teimum ungu

- Tað er eingin ivi um, at skúlin eigur ein stóran og virknan leiklut í málmenningini hjá børnum og ungum. Men vit mugu halda fast um, at talan er um eina felags ábyrgd og uppgávu, ið eigur at verða býtt millum heim, skúla og frítíð, sigur Rakul Skaale Andreasen.

22.12.2020

Hvussu er støðan hjá føroyska málinum? Fer móðurmálið at hóra undan, varðveita sína stoltsterku støðu og standa ímóti fremmandari ávirkan? Ella er málið undir trýsti, og fer tað at broytast? Verður føroyskum máli yvirhøvur lív lagað í framtíðini? Ella fer tað spakuliga at hvørva og doyggja út eins og onnur smá mál?

Tað eru millum spurningarnar um hugburð til mál og málnýtslu, sum Rakul Skaale Andreasen, master í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur kannað millum føroysk ung í aldrinum 16-29 ár.

Niðurstøðan í ritgerðini, sum Rakul læt úr hondum í summar, dregur á bæði borð. Føroyskt verður framhaldandi málið, sum føroyingar fara at tosa í Føroyum og samskifta millum sín, men ávirkanin úr fremmandum máli, serliga úr enskum, vinnur seg nógv fram og fer helst at gerast ein uppaftur størri partur av málinum og málnýtsluni í framtíðini.

Niðurstøðan kemur ikki óvart á, sigur Rakul Skaale Andreasen. Hon vísir á, at talan í veruleikanum er um eitt framhald av teirri søgu og mentan, sum hevur verið í Føroyum í øldir, har serliga danskt mál hevur átt stóran leiklut og hevur verið natúrligur partur í føroyska samfelagnum og í samskifti annars her á landi.

Men tíðirnar broytast. Danskt hevur ikki longur somu serstøðu í Føroyum. Enskt hevur vunnið seg nógv fram og vindur meira upp á seg, serliga millum børn og ung, sum skjótt og lætt ferðast á alskyns talgildum miðlum, har enskt er ráðandi og hevur styrkt munandi um sína støðu.

Tað er við hesum biltingum og broytingum í huga, at tað varliga verður staðfest í ritgerðini, at føroyingar fara frá at vera tvímælingar, ið tosa føroyskt og danskt, til at vera fleirmælingar, ið tosa føroyskt, danskt og enskt.

Í sær sjálvum er tað neyvan nakar trupulleiki, heldur ein fyrimunur. Men vandi er sum kunnugt í hvørjari vælferð, og verður ikki gáað nóg væl eftir og føroyska málinum givið gætur, kann tað fáa óhepnar og álvarsligar avleiðingar í longdini, tí ávirkanin av fremmandum máli verður so ógvuslig, at javnvágin skeiklast, sigur Rakul Skaale Andreasen.

Hon heldur tað hava stóran týdning at kanna støðuna hjá føroyska málinum og spyrja, hvør lagnan hjá føroyskum máli verður frameftir.

- Mong dømi eru um, at smá mál kring heimin doyggja út, samstundis sum enskt vinnur seg alsamt meiri fram sum heimsmál. Tí eiga vit at taka pulsin her hjá okkum og spyrja, hvussu føroyska málið hevur tað, sigur hon. 

Hon vísir eitt nú á grannar okkara fyri sunnan, í Hetlandi, sum ræðandi dømi, har málið, sum fyrr varð tosað, er burtur og púra horvið.

Føroyskt er eitt lítið og avmarkað mál, sum bara fá duga og tosa, og tí hevur tað týdning at kanna, heldur Rakul, hvør støðan er í Føroyum viðvíkjandi málinum, og hvørja støðu føroyingar sjálvir hava til móðurmálið. Leggja vit yvirhøvur í at verja og varðveita málið? Ella bilar tað einki, um málið verður ávirkað og møguliga fánar burtur og doyr út, tí enskt trokar seg á og loysir føroyska málið av?  

Rakul Skaale Andreasen vísir á, at hugburður er eitt lyklaorð í hesum sambandi og hevur ógvuliga stóran týdning og stóra ávirkan á, hvussu ung fólk – og fólk yvirhøvur – í Føroyum meta um og virðismeta málið.

Kanningar, sum Rakul sjálv hevur gjørt og staðið fyri í sambandi við ritgerðina, geva greiðar ábendingar um, at tað er stórur munur á tilvitaðum og ótilvitaðum hugburði hjá teimum ungu til mál og málnýtslu. Harvið eisini á hugburðin til føroyskt sum mál og samskiftismiðil. Úrslitini eru við øðrum orðum mótstríðandi og peika í hvør sína ætt.

Tá føroysk ung verða spurd beinleiðis og svara kanningini tilvitað, er als eingin ivi um, at føroyskt er málið, ið verður raðfest fram um øll onnur mál. Ungum føroyingum hóvar als ikki tankan um, at enskt skal troka føroyskt av sum mál í Føroyum og enn minni, at føroyingar fara at tosa, samskifta og samrøða á enskum sínamillum. Móðurmálið hevur tí framvegis fastatøkur á teimum ungu og er tí ikki beinleiðis hótt ella í vanda.

Brot úr grein, sum, stendur í Skúlablað nr 6, 2020, sum kom í desember. Les alla greinina í blaðnum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.