Tíðindi

Móttøkuflokkurin heldur fram

Tórshavnar kvøldskúli heldur fram at hava móttøkuflokk í eini royndarskipan í øllum førum eitt ár aftrat.

19.09.2022

Í vár tók Tórshavnar kvøldskúli ímóti fyrstu næmingunum í móttøkuflokki. Hetta eru næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki duga føroyskt. Í august er nýggjur flokkur byrjaður. Jógvan Sørin Hansen, leiðari í Tórshavnar kvøldskúla, segði í vár, at flokkurin er royndarskipan, og at uppleggið er, at onkur skúli ella fleiri skúlar skipa móttøkuflokk. Tað er framvegis uppleggið.

- Um eitt ár verður støða tikin til, um vit halda fram, sigur Jógvan Sørin Hansen.

Eins og í vár hevur Kvøldskúlin skipað móttøkuflokkin í samráð við skúlarnar, har næmingarnir ganga. Undirvísingin er frá klokkan 8 til 9.40 hvønn yrkamorgun; eftir undirvísingina verða næmingarnir, har býbussarnir ikki passa til tíðina, koyrdir í skúlan, har teir ganga. Kostnaðin av flutninginum rindar kommunan. Allir næmingarnir eru visiteraðir, soleiðis at skúlin veit, hvussu málsliga støðan hjá teimum er. Hetta eru næmingar í 6., 7., 8., 9. og Nám X.

Felags fyri næmingarnar er, at hetta eru næmingar, sum eru fluttir til Føroya og sum ikki hava føroyskt ella norðurlendskt sum móðurmál. Næmingarnir í móttøkuflokkinum, sum byrjaðu í august, koma úr Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Skúlanum við Løgmannabreyt, Sankta Frans og Skúlanum á Argjahamri. Eins og í vár eru næmingarnir 14 í tali; onkur næmingur, sum byrjaði í vár, heldur fram í nýggja flokkinum.

- Hetta er ein menning, sum tekur tíð, og tí gongur onkur næmingur aftur. Royndirnar í vár eru annars sera góðar, næmingarnir trívast, og afturmeldingarnar frá skúlunum, har næmingarnir ganga, eru góðar um málsligu menningina. Næmingarnir verða býttir í bólkar, alt eftir, hvussu teir eru fyri í menningini at læra at føroyskt. At undirvísingartilfar nú er komið, fer at hjálpa sera væl. Fyrimunurin við at savna teir saman í móttøkuflokk er, at teir onkursvegna allir eru í sama báti. Í einum vanligum flokki úti í onkrum skúla eru teir saman við føroyskum næmingum og tora kanska ikki eins væl at royna at tosa føroyskt. So móttøkuflokkurin kann seta ferð á føroyskt.

Eru næmingarnir eitt heilt skúlaár í móttøkuflokkinum, fáa teir 400 tímar í undirvísing í føroyskum. Tey vaksnu, sum ganga í kvøldskúla í føroyskum sum annaðmál, kunnu fáa millum 400 til 600 tímar um árið.

Kvøldskúlin hevur lærarar, sum hava royndir at undirvísa næmingum, sum eru tilflytarar. Hetta eru lærarar, sum hava fólkaskúlaprógv og lærarar, sum hava onnur prógv. Tað eru tríggir lærarar, sum kunnu undirvísa teimum 14 næmingunum. Ein av lærarunum er nýggjur, hetta er lærari við fólkaskúlaútbúgving, og hesin hevur høvuðsábyrgdina av móttøkuflokkinum.

Myndin er frá móttøkuflokkinum í vár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.