Tíðindi

Munur verður gjørdur á tvímálsligum børnum í skúlanum

Børn, sum nýliga eru flutt til Føroya, hava rætt til undirvísing í føroyskum í 20 tímar. Børn, sum vaksa upp sum tvímælt í Føroyum, hava ikki rætt til somu undirvísing

12.03.2020

Bara tey, sum hava búð uttanlands beint upp undir, at tey byrja í skúlanum, hava 20 tímar undirvísing í føroyskum í boði. Hetta vísir samrøða, sum Helena Kannuberg hevur gjørt við lærara, á. Onnur, sum vaksa upp í Føroyum sum tví- ella fleirmælt, hava ikki rætt til hesar tímarnar. Og tað er ikki rímiligt, heldur Helena Kannuberg. Í MA-ritgerð síni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur hon gjørt eina kvalitativa kanning av føroyska málinum hjá børnum við føroyskum pápa og filipinskari ella tailendskari mammu. Á heysti 2018 hevði hon samrøðu við 4 børn, ið eru 9-10 ára gomul og ganga í 4. flokki. Í kanningini staðfestir hon, at børn, sum vaksa upp sum tvímælt, hava avbjóðingar at læra føroyskt væl og virðiliga.

- Tað er merkisvert, at tú bara fært hjálp, um tú hevur búð uttanlands beint fyri skúlabyrjan í Føroyum. Tað verður ikki hugt at ella kannað, hvussu børnini eru fyri í føroyskum, tá ið tey byrja í skúlanum. Tað er undranarvert, at hetta ikki verður gjørt, tá ið skúlin veit, at børnini eru tví- ella fleirmælt. Eftir mínum tykki átti tað at verið so, at málmenningin hjá øllum tví- og fleirmæltum børnum verður kannað, meðan tey ganga á dagstovni og í skúla. Hetta verður gjørt uttanlands. Í Aarhus kommunu verða t.d. øll børn, sum læra meiri enn eitt mál í uppvøkstrinum, kannað fleiri ferðir við lættari snarkanningum í vøggustovu og barnagarðsaldri. Har tørvur er, verður sett inn við ráðgeving til foreldrini, og orka verður sett av í barnagarðinum at lesa og gera annað við tí endamáli at menna málið hjá børnunum. Fyrr nakað verður gjørt, betri hjálp fær barnið. So leingi sum tørvur er á, at barnið verður kannað, eigur tað at verða kannað, eisini í skúlanum, og tann vitanin, barnagarðurin hevur um barnið, eigur at fylgja tí yvir um skúlagátt.

Eingin námsætlan er gjørd um, hvat innihaldið í undirvísingini á 20 tímar eigur at vera, ei heldur er nakað tilfar framleitt.

- Sum eg havi skilt tað, er tað upp til skúlar og leiðslur sjálvar at skipa hesar tímarnar. Dygdin í undirvísingin er treytað av, hvør verður settur til at undirvísa, og viðkomandi, sum undirvísir, skal sjálvur gera undirvísingartilfar og finna útav, hvat næmingarnir skulu læra og so framvegis, tí eingin námsætlan ella skipan er. Tú kanst vera heppin at fáa lærara, sum hevur nógvar royndir at undirvísa næmingum, hvørs foreldur ikki hava sama móðurmál ella eru vaksnir upp við fleiri málum í heiminum, men eg seti spurnatekin við dygdina í undirvísingini, tá ið tað er so nógv, sum vantar at verða gjørt, og tá lærararnir ikki hava serkunnleika at undirvísa í føroyskum fyri tilflytarar.

https://logir.fo/Logtingslog/125-fra-20-06-1997-um-folkaskulan-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-34-fra-28#chapter-49326ba8-6ee4-4b11-9996-e028a1dca0f9

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.