Tíðindi

MMR vil hava fleiri umsóknir til skúlastjórastarvið á Fløtum

Hóast 10 umsóknir komu inn til skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum í Havn, vil Mentamálaráðið hava fleiri umsóknir at velja í

23.06.2017

Seinnapartin er starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum lýst leyst av nýggjum; mánadagin var upprunaliga umsóknarfreistin úti, og tá ið avtornaði, komu 10 umsóknir inn. Á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum stendur, at orsøkin til, at starvið verður endurlýst, er, at tey vilja hava fleiri umsóknir at velja ímillum.

Í starvslýsingini stendur, at hevur tú hugsjónir um skúlamenning og áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Skúlin á Fløtum fatar um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman 1. januar 2015. Skúlin húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavn t.e. Eindin á Frælsinum, Eindin á Landavegnum, sum er sertilboðið í 4. - 10. fl., Eindin í Gundadali, Eindin í Kongagøtu, Eindin í Fr. Petersensgøtu, Eindin á Argjavegi. Harumframt er Skúlin í Dímun knýttur at Skúlanum á fløtum. Í Skúlanum á Fløtum ganga 775 næmingar  í 1. – 9. flokki.

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum skúlastjóri skalt mynda nýggja skúlan og halda fram við tilgongdini at samansjóða starvsfólk og næmingar. Skúlastjórin skal eisini taka lut í byggiviðgerðini í nýggja skúlanum við atliti at undirvísingarskipan, innrætting, innbúgvi og amboðum og leggja námsfrøðiligu kós skúlans. Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Lesið lýsingina her:
http://www.skulabladid.fo/endurl%C3%BDsing-starv-sum-sk%C3%BAlastj%C3%B3ri-%C3%AD-sk%C3%BAlanum-%C3%A1-fl%C3%B8tum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.