Tíðindi

Mistrivnaður tekin um ein felagsskap undir trýsti

Skal happing og mistrivnaður steðgast, er neyðugt at styrkja um felagsskapin og kensluna at hoyra til. Tað heldur Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Ótryggleiki og leyst tilknýti til felagsskapin kann vera ein orsøk til trupulleikan, sigur hon

13.03.2024

Ein kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt, vísir, at 17 prosent av næmingunum í 5., 7. og í 9. flokki í fólkaskúlanum siga seg hava verið fyri happing. Hetta er ein munandi vøkstur í mun til seinastu kanning í 2019, tá ið 11 prosent søgdu seg vera happað í skúlanum.

Á størsta miðnámsskúlanum í landinum, á Glasi í Havn, kendi rektarin seg noyddan at tala at og taka avleiðingarnar, tá ið hin sokallaði “straffbarlistin”, ið talar niðrandi um bæði næmingar og lærarar, var í umfari á skúlanum.

Samstundis sigur fimti hvør limur í Starvsfelagnum seg at hava verið fyri happing á arbeiðsplássinum. Starvsfelagið er størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Spurningurin er, hví happing og mistrivnaður eru á skúlum og arbeiðsplássum, og hvørjar orsøkirnar kunnu vera. Og er talan møguliga um eina mentan og ein størri samfelagsligan trupulleika?

Teir spurningarnar hava vit sett Anniku Helgadóttir Davidsen, sum er sálarfrøðingur og adjunktur í sálarfrøði á deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Hon var eisini limur í bólkinum, sum gjørdi nýggjastu trivnaðarkanningina í fólkaskúlanum. 

Hugtakið broytt og víðkað

Annika Helgadóttir Davidsen vísir á, at fatanin av hugtakinum um happing er broytt munandi seinastu árini. Fyrr var hugtakið avmarkað til sambandið millum happaran og tann, sum varð happaður. Men seinastu árini hevur nýggj gransking víst, at happing er eitt munandi meiri samansett hugtak og ein avleiðing av sterkum kreftum, sum finnast í bólkum og í felagsskapum. Tað kann vera í flokshølinum, á arbeiðsplássinum ella í vinarbólkinum til dømis.

– Eg hugsi, at happing og mistrivnaður kunnu vera eitt tekin um ein felagsskap, sum er undir trýsti og merktur av einum grundleggjandi ótryggleika. Og sleppur ótryggleikin at breiða seg, skapar tað gróðrarbotn fyri happing og mistrivnaði, og so hava vit óndu ringrásina, sigur Annika Helgadóttir Davidsen.

Hon vísir á, at ótryggleiki hjá tí einstaka kann hava nógvar orsøkir og sín uppruna uttan fyri felagsskapin, men eisini innanfyri. Og ofta stendur nógv upp á spæl hjá tí, sum kennir seg ótryggan og ikki í samljóði við seg sjálvan. Tað kann til dømis vera vandin fyri at missa plássið á valdsmikla stiganum í bólkinum, hierarkinum, og tað kann fáa tann ótrygga at falla til ónollurnar at happa og skapa mistrivnað, antin tilvitað ella ótilvitað.

Men sjáldan er talan tó um gerningar av beinleiðis illvilja, heldur Annika Helgadóttir Davidsen, tí ofta eru ein orsøk og ein uppruni til ótryggleikan. Og tað er í hesum ljósinum, at happing og mistrivnaður skulu síggjast, heldur hon.

Tí hevur tað týdning at gerast varug við og raðfesta tann góða og sunna felagsskapin, so eingin skal kenna seg at vera uttanfyri ella fyri happing, men sum part av felagsskapinum, heldur hon.

Hvassari tóni

Tað finnast fleiri skilmarkingar av hugtakinum happing. Ein er, at happing eru orð og gerningar, sum antin tilvitað ella ótilvitað fáa fólk at kenna seg uttan fyri felagsskapin.

Eitt dømi um happing er tann sokallaði “straffbarlistin” á Glasi, sum er størsti miðnámsskúli í landinum. Á listanum verða næmingar og lærarar vanvirdir og lýstir niðrandi, og slík atferð kann í ringasta føri elva til útihýsan og einsemi hjá tí, sum kennir seg at verða happaðan.

Spurningurin er so, hvat ein slíkur listi kann vera tekin um. 

– Eg haldi, at vit kunnu tosa um eina mentan. Talan er um ein ávísan máta hjá teimum ungu at tosa og vera saman uppá. Men talan er um ein ógagnligan máta, sum onkursvegna hevur verið loyvdur, men ikki er tað meira, nú leiðslan á Glasi hevur tikið avleiðingarnar, sigur Annika Helgadóttir Davidsen.

Hon vísir á, at líknandi listar í nógv ár hava verið partur av serligu ungdómsmentanini á miðnámsskúlunum. Men tað er ein broyting farin fram, heldur hon, tí fyrr var talan meira um sakleyst skemt og meinaleysar viðmerkingar. Nú ber listin brá av at vera persónligur og niðrandi, hann stillar einstakar næmingar og lærarar út, og tónin er vorðin munandi hvassari, heldur hon.

Ein orsøk til hetta umskiftið kann vera teir broyttu samskiftisvanarnir og teir óteljandi møguleikarnir, sum sosialu miðlarnir hava við sær, heldur Annika Helgadóttir Davidsen.

– Tað er so lætt at fjala seg handan skíggjan og skriva niðrandi um onnur. Tað er ein meira óbindandi samskiftisformur, ið er grundleggjandi øðrvísi enn samrøðan andlit til andlits, sigur hon. 

Og tað er okkurt, sum bendir á, at tað er vert at hava eitt vakið eyga við, hvar happing fer fram, tí sambært Anniku Helgadóttir Davidsen eru mynstrini nógv broytt.

Nýggjasta kanningin í fólkaskúlanum talar fyri seg. 

– Kanningin vísir greitt, at happing andlit til andlits er í minking, meðan hin talgilda happingin økist, sigur hon og peikar á eina tvørsøgn í tíðini.

Brot úr størri grein í Skúlablað nr 6, 2023, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.